Føroya Fólkaháskúli eitt týdningarmikið tilboð
Tað hevur stóran týdning, at Føroyar er eitt fjølbroytt samfelag við ymiskum møguleikum. Ein av hesum møguleikum er Føroya Fólkaháskúli. Tað er avgerandi, at tað ber til at royna seg uttan at verða dømdur eftir eini stirvnari karakterskipan. Háskúlin er mennandi á ein øðrvísi og skapandi hátt. Tað hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið, at tað finnast slík tilboð. Hetta er sera gott fyri eitt listarliga ríkt samfelag, og gevur eisini tí einstaka fleiri førleikar. Hetta eiga vit at virðismeta, og tað átti politiska skipanin at raðfest meir.
Føroya Fólkaháskúli berur eisini tey virðir, ið føroyska samfelagið byggir á. Háskúlin hevur stóran mentanarligan og søguligan týdning fyri okkum. Skúlin hevur stóran týdning fyri føroyska málið. Hann varð stovnaður í 1899, og fyrstu árini var hann einasti skúli í Føroyum, sum undirvísti á føroyskum og um føroyska søgu. Eisini blivu gudstænastur hildnar á føroyskum. Hesa tíðina var allur skúlaskapur og gudstænastur annars á donskum.
Eisini í dag hevur Føroya Fólkaháskúli stóran týdning. Hann er við til at bjóða øðrvísi skúlaskap og lærdóm. Skúlin bjóðar ymisk spennandi skeiðir og fyrilestrar – bæði til børn, ung og vaksin. Tað er umráðandi at vit hava eitt stað, har vit virða annað enn tann siðbundna, bókliga skúlan. Her fær tað skapandi meiri rúm, og uttan iva er tað nógv, ið hava tørv á hesum.
Í seinastuni hava vit tó frætt, at Føroya Fólkaháskúli tørvar pening til umvælingar. Løgtingið játtaði fyrr í árinum 1,7 milliónir krónur til fólkaháskúlan, men hetta var tó ikki nóg mikið til allar umvælingarnar. Síðani hevur fólkaháskúlin havt ymisk tiltøk fyri at útvega sær pengar til neyðugu umvælingarnar. Hetta hevur tó higartil víst seg, at ikki vera nóg mikið. Eisini hevur tað víst seg, at kostnaðurin av umvælingunum varð hægri enn upprunaligu metingarnar frá Landsverk vístu.
Tað hevur stóran týdning, at Føroyar hevur ein virknan og framskygnan mentanar- og listapolitikk. Ein liður í hesum er, at landið er við til at hjálpa Føroya Fólkaháskúla. Ein partur er at virða skúlan og alt tað, ið hann gevur, og seta eina játtan av, ið er virðilig. Fólkaháskúlin hevur stóran søguligan og mentanarligan týdning fyri Føroyar, og hetta eigur landið at virðismeta.
Kristina Clementsen,
Løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi