Dialysuviðgerð í Føroyum
Spyrjari: Páll á Reynatúgvu
Svarari: Karsten Hansen
À tingfundi 4. november 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús?
2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini?
3. Eru persónlig sambond, sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum?
4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at verða?
7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum?
8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Viðmerkingar:
Føroyingar hava seinnu árini havt í boði dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum. Áðrenn tað var heilsutiboðið skipað á Ríkissjúkrahúsinum í Danmark, har sjúklingarnir máttu búseta seg.
Hesi árini, sum dialysutoymið hevur virkað, hava tey ment ein fakligan førleika, sum ikki stendur aftan fyri líknandi toymir aðrastaðni. Heldur tvørturímóti. Fakliga dygdin er í hásæti, hóast sjúklingagrundarlagið kanska er í minna lagi til eina deild sum hesa í Føroyum.
Nú skilst, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, uttan læknafakligt tilmæli, skal skipa eitt líknandi toymi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttan at dialysutoymið á Landssjúkrahúsinum er kunnað um avgerðina. Hettar er margháttlig framferð av einum landsstýrismanni.
Undirritaði ber stóran ótta fyri, at landsstýrismaðurin við síni ætlan skaðar væl virkandi dialysuviðgerðina í Føroyum, og í minsta lagi terir burtur av fakliga førleikanum við at skipa dupultfunktiónir á økinum.
Tað er væl skilligt, at dialysusjúklingar vilja hava so lítla ferðing millum heim og sjúkrahús sum gjørligt, men við væl útbygda ferðslukervinum er lítið, sum talar fyri at skipa dialysutilboð nummar 2 í Føroyum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, serliga nú Eysturoyartunnilin verður veruleiki um fá ár.
Um vit einans hyggja eftir sjúklingatilboðnum og ikki hyggja eftir, hvussu vit frægast gagnnýta peningin og fakliga førleikan, so eru økir í landinum, sum hava munandi verri samferðlumøguleikar.
Á tingfundi 5. november 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Svar: Á tingfundi 5. desember 2014 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
1. Hevur landsstýrismaðurin tikið stig til at skipa dialysuviðgerð á fleiri sjúkra-húsum í Føroyum, herundir keypt útgerð til Klaksvíkar Sjúkrahús?
Tað endaliga stigið til at skipa dialysuviðgerðina á Klaksvíkar sjúkrahúsi er ikki tikið, men Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar sjúkrahús viðgera í løtuni – eftir áheitan frá landsstýrismanninum – hvat krevst, fyri at seta á stovn eina sonevnda satelitteind á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Orsøkin til, at landsstýrismaðurin ynskir at taka hetta stigið, er at hjálpa teimum mongu dialysusjúklingunum í Norðurøkinum, sum tríggjar ferðir hvørja viku noyðast tann langa teinin inn á Landssjúkrahúsið. Bert koyritúrurin tekur umleið tveir tímar hvønn vegin hjá fleiri av hesum fólkunum.
Útgerð er ikki keypt og verður ikki keypt, fyrr enn eitt ítøkiligt uppskot fyriliggur um, hvussu ein satelitteind kann skipast.
2. Hvør hevur virkað sum fakliga tilmælandi myndugleiki í støðutakanini?
Málið er viðgjørt saman við Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tí serfrøði sum er á staðnum. Í hesum sambandi hava tað verið reist ymisk ivamál í sambandi við at skipa eina tílíka eind uttanfyri Landssjúkrahúsið. Samskifti er millum partarnar og fundur er avtalaður í komandi mánað millum leiðslur og avvarðandi læknar á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi um hetta mál.
Landsstýrismaðurin vónar, at tað verður funnin ein virðilig og skilagóð loysn fyri okkara heilsuverk og ikki minst teimum sjúklingum sum hetta viðkemur.
3. Eru persónlig sambond, sum ávirka støðutakanina hjá landsstýrismanninum?
Nei, tað eru ikki persónlig sambond sum ávirka støðutakanina.
4. Hvør hevur læknafakligu ábyrgdina av dialysuviðgerðini á Klaksvíkar sjúkrahúsi?
Eins og greitt er frá, til fyrsta spurning, so er dialysuviðgerð ikki sett á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
5. Hvør er kostnaðurin av íløguni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Tað fyriliggur ikki nakað ítøkiligt uppskot um, hvussu tilboðið kann skipast, og tí eru ongar íløgur gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
6. Hvør kemur árligi rakstrarkostnaðurin av viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi at verða?
Tað fyriliggur ikki nakað ítøkiligt uppskot um, hvussu tilboðið kann skipast, tí er rakstrarkostnaðurin ikki kendur.
7. Hvussu nógvir dialysusjúklingar eru í Føroyum?
Í løtuni eru samanlagt 17 dialysusjúklingar í Føroyum. Talan er um 12 sjúklingar, sum eru í hemodialysu og 5, sum eru í posadialysu.
8. Hvussu nógvir dialysusjúklingar skulu viðgerast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?
Tað er ikki avgjørt. Í løtuni búgva t.d. 6 dialysusjúklingar í norðurøkinum (Norðoyggjar, Leirvík og Fuglafjørð). Talan eru um 5 sjúklingar, sum eru í hemodialysu og 1 sjúkling, sum er í posadialysu.
Málið avgreitt.