Fólkaskúlan loysa vit saman
Brot úr míni framløgu viðvíkjandi framtíðar fólkaskúlanum í Føroyum, sum Foreldrafelagið Heim og Skúli skipaði fyri:
“… Áðrenn eg fari í holt við at tosa um fortreytirnar fyri einum góðum fólkaskúla, kundi eg líka hugsað at nevnt mínar egnu fyritreytir í mun til evnið, vit kjakast um í kvøld. Til dagligt eri eg býráðslimur í Klaksvíkar kommunu og eri formaður í Trivnaðarnevndini børn og ung, ið hevur m.a. dagstovnaøkið, frítíðarskúla og fólkaskúlaøkið undir sær. Kommunurnar taka sær í høvuðsheitum av kørmunum kring skúlan, í meðan Mentamálaráðið tekur sær av innmatinum, so at siga.”
“… Seinasta árið ella so hava vit verið í einari tilgongd at leggja skúlarnar saman í Klaksvík, og hetta hevur verið ein lærurík tíð. Í tilgongdini skipaðu vit fyri verkstovum, hugbanka og fundum, sum fevndu um umleið 150 fólk, har allir viðkomandi partar í og kring skúlan komu til orðanna.”
“… Burturúr rúgvuni av eygleiðingum og hugleiðingum eg havi gjørt mær í hesari tilgongd eru fleiri, ið eisini eru á breddanum her í kvøld.”
“… Inklusión og sosialur felagsskapur [hevur] alstóran týdning fyri læring. Kanningar vísa, at tað er av sera stórum týdningi, at skúlabørn merkja at tey eru partur av skúlafelagskapinum og hava eina ognarkenslu í skúla og læring. Her er ikki nøktandi einans at hugsa um próvtøl og royndir, men eisini at hava í huga tann sosialt mennandi og inkluderandi partin. Ein avgerandi leiklut í hesum arbeiði hava flokslærarar og førleikastovunar úti á skúlunum. Vit mugu við hesum í huga hugsa, hvussu vit uppstiga flokslærarar og førleikastovur til at taka sær av hesi avbjóðing. Upplagt er at skipa fyri flokslæraraskeiði í inklusión og sosialum samanspæli.”
“… Tjóðveldisflokkurin vil, at alt undirvísingartilfar skal vera á føroyskum.”
“… Nám er ein týðandi stovnur, tá umræður undirvísingartilfar, og skal styrkjast.”
“… Vit eldru gera ofta av, hvat er trivnaður fyri tey ungu, men gloyma tað upplagda – at hoyra tey ungu sjálvi. Ungdómsbýráðið í Klaksvíkar kommunu staðfesti, at eitt virkið næmingaráð hevði týdning fyri trivnaðin hjá teimum ungu. Tey ungu vilja fegin verða tikin við uppá ráð, tá skúlaleiðslan tekur avgerðir sum á ein og annan hátt hava nakað við næmingarnar at gera. Harnæst ynsktu tey ungu at fáa betri ráðgeving tá tey skuldu søkja inn á ymsu miðnámsskúlarnar. Hetta kostar ikki nógvar pengar!”.
“… Útbúgvingarheimurin broytist skjótt, og er av týdningi at raðfesta eftirútbúgving til bæði lærarar og skúlaleiðslu.”
“…Hægri útbúgving sum skúlaleiðari verður skipað.”
“… Eftirútbúgvingareind verður skipað innan námsvísindi til m.a. fólkaskúlalærarar, námsfrøðingar og miðnámsskúlalærarar.”
“… Tjóðveldisflokkurin vil finna semjur við aðrar flokkar í komandi samgongusamstarvi.”
“… Hetta loysa vit saman”