Kynsligur ágangur
Spyrjari: Sirið Stenberg
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen
Á tingfundi 12. november 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
1. Er ætlanin at gera broytingar soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang, koma inn at sita beinanvegin?
2. Er ætlanin at broyta ella avtaka fyrningarfreistina?
3. Nær kann væntast, at samtykta barnaváttanin verður sett í verk?
Viðmerkingar
Fyri tveimum árum síðan bleiv uppskot um at fáa eina heildarætlan móti kynsligum ágangi lagt fyri Løgtingið (uppskot 54/2012). Uppskotið bleiv einmælt samtykt 1. mai 2013. Ætlanin við uppskotinum var at fáa styrkt arbeiðið viðvíkjandi kynsligum ágangi út frá øllum viðkomandi sjónarhornum. Frá fyribyring, viðgerð, hjálp til familju og avvarðandi, fyrningarfreist og viðvíkjandi avhoyring o.ø. Aðalmálið var, at heildarætlanin skuldi lýsa øll neyðug átøk at basa kynsligum ágangi. Tað veri seg í øllum relevantum aðalráðum og alt lívstíðraskeiðið.
Átøk til batar eru tíbetur framd við til dømis barnahúsinum og skerpaðu fráboðanarskylduni, men enn er nakað eftir á mál.
Serliga er hugstoytt at uppliva, at fólk sum eru dømd fyri kynsligan ágang í tíðarskeiðnum, meðan tey bíða eftir at koma inn at sita, hava gjørt seg inn á onnur børn. Vísandi til tíðindi í miðlunum fyri viku síðan. Hetta er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so tað ikki endurtekur seg. Somuleiðis tykist tað undarligt, at krenkari og offur skulu fylgjast út úr rættarsalinum aftaná dómsúrskurð, og bíðitíð er at koma inn at sita. Tey, sum eru krenkað, uppliva hetta sum at vera krenkað umaftur.
Kynslig brotsverk verða ofta framd í nærumhvørvinum. Tí eru nógv í tí støðu, at tey so at siga dagliga skulu síggja krenkaran í grannalagnum, hóast tað at viðkomandi er dømdur. Hetta ávirkar sjálvsagt tann rakta sera meint.
Eisini er tað undrunarvert, at slík mál kunnu fyrnað í rættarligum høpi. Málini eru fyrnað, tá ið tann, sum hevur verið fyri órætti, ikki hevur gjørt vart við seg rættarliga, tá ið viðkomandi er 28 ár, og í heilt serligum føri 33 ár. Ofta er tað soleiðis, at tað tekur fólki nógv ár at standa fram og gera vart við seg og sína sorgarsøgu. Í nógvum førum eru fólk tá vaksin og hava fingið familju. Tá kann meira enn so hava gingið eitt størri áramál enn fyrningarfreistin gevur rúmd fyri.
Eingin ivi skal vera um, at fyri tann rakta fyrnar slíkt mál ongantíð, men eru við til at mynda alt lívið. Tá ið fólk, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, at enda hava ment seg at siga sína søgu og ynskja málið roynt í rættinum, so fáa tey at vita at málið er ov gamalt. Ábyrgdin verður sostatt ongantíð plasera, og viðkomandi má liva við, at málið ongantíð fekk nakrar avleiðingar.
Av tí at Løgtingið hevur samtykt at seta barnaváttanir í gildi, hevði verið áhugavert at fingið at vita, nær ætlanin er, at Løgtingsins vilji verður vístur í verki hesum viðvíkjandi.
Á tingfundi 13. november 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.