Lýsing

Svar uppá fyrispurning um CIP – málið

Kristina Háfoss hevur fingið svar frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, um framhaldandi manglandi innlit í CIP-sáttmálan og brot á innlitslóg

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 30/2014 eftir tingskipanini § 52a til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu um framhaldandi manglandi innlit í CIP-sáttmálan og brot á innlitslóg

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Heldur løgmaður at landsins fyrisiting skal fylgja teimum avgerðum, ið Løgtingsins Umboðsmaður tekur?

2. Heldur løgmaður tað vera rætt, at landsstýrisfólk senda avgerðir hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum, privatum feløgum og ráðgevum uttanfyri egna fyrisiting?

3. Ætlar løgmaður at landsstýrisfólk framyvir skulu senda niðurstøður hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá øðrum aðalráðum og hjá uttanhýsis pørtum?

4. Hevur miðfyrisitingin áður sent eina avgerð hjá Løgtingsins Umboðsmanni til hoyringar hjá pørtum uttanfyri miðfyrisitingina? Um ja, nær og í samband við hvat mál?

5. Metir løgmaður, at Løgmansskrivstovan og Fíggjarmálaráðið hava fólk við neyðugum førleikum til at umsita sambært innlitslóg landsins? Um ja, hví avgreiða starvsfólk í Fíggjarmálaráðnum ikki sjálvi málið um innlit í sokallaða CIP-sáttmálan, og hví vísir Løgmansskrivstovan til útlendskan ráðgeva at ráðgeva um eitt innlitsmál? Um nei, fer løgmaður at tryggja, at starvsfólk við neyðugu førleikunum verða sett í starv, soleiðis at miðfyrisitingin kann avgreiða mál sambært innlitslógini?

6. Hví hevur Løgmansskrivstovan mælt Fíggjarmálaráðnum til, at biðja Løgtingsins Umboðsmann siga aðalráðnum, hvat skal útstrikast í sokallaða CIP-sáttmálanum, tá hetta er uppgávan hjá Fíggjarmálaráðnum og als ikki hjá Løgtingsing Umboðsmanni?

7. Metir løgmaður at innlit í mest møguligan mun eigur at verða latið í almennu fyrisitingina? Um ja, hví verður útlendskur professari biðin um, at koma við grundgevingum fyri, hvussu minst møguligt innlit kann latast í sokallað CIP-sáttmálan?

8. Nú málið er sent Løgmansskrivstovuni til hoyringar, fer løgmaður at mæla landsstýrismanninum í fíggjarmálum til, at veita mest møguligt innlit í sáttmálan millum landsstýrið og Copenhagen Infrastructure Partners (CIP)?

9. Hvør skal hava eftirlit við, um Fíggjarmálaráðið umsitir rætt sambært innlitslógini, um Løgmansskrivstovan veitir ráðgeving til Fíggjarmálaráðið, áðrenn málið er avgreitt?

Svar:

Til 1. Terminologiskt tekur Løgtingsumboðsmaðurin ikki avgerðir. Hann viðmerkir avgerðir, sum fyrisitingin tekur. Hetta ger hann aftaná at hava sæð øll skjøl málsins og fingið til vega neyðug ummæli frá røttu viðkomandi. Avgerðin er ikki Løgtingsumboðsmansins. Tað er landsstýrismaðurin, sum í seinasta enda tekur avgerðina og stendur løgtinginum politiskt og rættarliga til svars fyri, at alt er í lagi.

Løgtingið velur tann best hugsaða yrkisliga skikkaða løgfrøðing í starvið sum løgtingsumboðsmann. Hann hevur ongar tvingandi heimildir mótvegis fyrisitingini. Hansara vald liggur m.a. í sannførandi løgfrøðiligum grundgevingum, sum fyrisitingin tekur til sín sum síni.

Tað ber ikki til at seta eina reglu upp, sum sigur, at niðurstøður hjá Løgtingsumboðsmanninum altíð skulu fylgjast. Tað má vera grundgevingarnar, sum eru avgerandi fyri, um fyrisitingin rættar seg eftir niðurstøðuni.

Landsfyrisitingin kom t.d. í sonevnda grannskoðaramálinum í ta óhepnu støðu, at ein løgtingsumboðsmansniðurstøða ikki vísti seg eftirfylgjandi at halda í ábyrgdarmáli í móti involveraðum landsstýrismonnum og aðalstjórum.

Tí er altíð neyðugt hjá fyrisitingini at lesa niðurstøðurnar hjá Løgtingsumboðsmanninum gjølla og, um neyðugt, at fáa til vega ummæli í málinum, tí tað í seinasta enda er landsstýrismaðurin á viðkomandi øki, sum politiskt og rættarliga stendur tinginum til svars fyri avgerðini og ikki løgtingsumboðsmaðurin.

Til 2 og 3. Ein sera týdningarmikil grundregla í allari fyrisiting er, at fyrisitingin altíð skal upplýsa mál so væl sum gjørligt, áðrenn ein avgerð verður tikin. Hetta merkir m.a., at mál altíð skulu sendast til ummælis hjá øllum involveraðum pørtum í málinum, serstakliga hjá pørtum, har ætlaða avgerðin kann gerast tyngjandi. Heldur senda eina avgerð ov nógv til ummælis enn ov lítið. Skaði stendst sjáldan av at senda ov nógv til ummælis. Tvørturímóti kunnu kunnu trupulleikar standast av, at ummæli ikki verða fingin til vega.

Um ummæli skal umbiðjast er sostatt ein ítøkilig avgerð í einstaka førinum. Men er tað so, at ein løgtingsumboðsmansniðurstøða leggur upp til at taka eina nýggja avgerð, har avgerðin gerst meira tyngjandi fyri ein part enn í upprunaavgerðini, er sjálvsagt neyðugt við einum endurummæli.

Til 4. Tað er eitt sera stórt arbeiði at eftirkanna allar niðurstøður hjá Løgtingsmanninum seinastu 10 árini við atliti til, hvussu eftirfylgjandi er farið fram innan fyrisitingina. Tað gerst ikki innan tíðarfreistina, sum er fyri at svara hesum § 52 a fyrispurningi. Men, eg havi varhugan av, at fyrisitingin altíð lesur niðurstøður Løgtingsumboðsmansins gjølla og tekur málini uppaftur við atliti til tað, sum Løgtingsumboðsmaðurin førir fram.

Til 5. Stjórnarráð hava løgfrøðingar, sum hava neyðuga vitanina um innlitslóggávuna, og fleiri av teimum hava eisini verið á eftirútbúgvingarskeiði um júst hesa lóggávu. Eftirútbúgving fer eisini framyvir at verða boðin starvsfólkum á hesum øki.

Vit koma tó ikki uttanum, at Føroyar hava eitt minni fólkagrundarlag enn onnur lond, og løgfrøðingar hava tí tilsvarandi færri mál at taka støði í enn løgfrøðingar í Danmark, hvørs lóg fram til 1. januar 2014 er fyrimynd fyri okkara innlitslóg. Í ítøkiliga førinum skal støða takast til at strika í tilfari vegna fíggjarlig viðurskifti hjá privatum og tí almenna. Hetta er føri, sum er sjáldan fyrikomandi í Føroyum, og tí valdi Løgmansskrivstovan at spyrja fremstu serfrøðina innan innlitslóggávu í ríkinum til ráðs, áðrenn avgerð varð tikin, tá Løgmansskrivstovan í fjør viðgjørdi málið sum eftirlitsmál.

Tað hevur nógv størri týdning at taka ein rætta avgerð enn at binda seg niður til, at bert føroysk serfrøði kann nýtast.

Til 6. Tað er ein misskiljing at “Løgmansskrivstovan hevur mælt Fíggjarmálaráðnum til, at biðja Løgtingsins Umboðsmann siga aðalráðnum, hvat skal útstrikast í sokallaða CIP-sáttmálanum”.

Heilt ítøkiliga sigur Løgmansskrivstovan: “Eisini verður mælt til, at Løgtingsumboðsmaðurin verður spurd um, júst hvørji brot í sáttmálanum eru óneyðuga strikað burtur, og at tey brotini síðani verða umhugsaði av nýggjum.”

Løgtingsumboðsmaðurin sigur bert óneyvt, at:
“Eg havi lisið sáttmálan og sæð tey brot, sum Kringvarp Føroya hevur fingið innlit í. Eftir mínari meting eru óneyðuga nógv brot strikað úr sáttmálanum. Hesi brot innihalda ikki upplýsingar, sum kunnu skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum. Eg haldi ikki, at Fíggjarmálaráðið í hesum sambandi hevur gjørt nakra ítøkiliga meting av vandanum fyri, hvussu innlit kann skaða fíggjarligu áhugamálini hjá landinum.”

Her má Løgtingsumboðsmaðurin verða greiðari í síni talu og siga júst hvørji brot, hon heldur, eru óneyðuga strikað úr sáttmálanum. Tað kann ikki verða meiningin, at Fíggjarmálaráðið skal gita seg fram til tey brotini, ið løgtingsumboðsmaðurin hugsar um. Løgtingsumboðsmaðurin skal ikki siga, hvørji brot skulu strikast, men má siga júst hvørji brot, hon heldur eru óneyðuga strikað soleiðis, at Fíggjarmálaráðið fær fyrihildið seg til tey. Fíggjarálaráðið kann ikki arbeiða ómiðvíst í blindni í mun til eina útsøgn.

Til 7. Innlitslógin er púra greið á hesum øki. Innlit skal latast í alt tilfar hjá tí almenna, uttan so er, at undantaksreglurnar í lógini siga nakað annað. Hetta heldur fyrisitingin seg sjálvsagt til.

Tað er ikki rætt, at ein “útlendskur professari er biðin um, at koma við grundgevingum fyri, hvussu minst møguligt innlit kann latast í sokallað CIP-sáttmálan”.

Professarin við serfrøði í innlitslóggávu varð av Løgmansskrivstovuni biðin um at gera eitt responsum við hesum høvuðssettningi: “Er der retskrav på hel eller delvis aktindsigt i forslaget til koncessionsaftale ?”

Til 8. Løgmaður mælir til, at innlit verður veitt í teir partar av sáttmálauppskotinum, sum rættarkrav hevst uppá innlit í, og at tagnarskyldan verður hildin í teimum pørtum, sum eru fevndir av tagnarskyldu.

Til. 9. Løgmansskrivstovan metir seg ikki at vera ógegniga at viðgera málið sbr. stýrisskipanarlógini § 33 stk. 3, hóast hon hevur mælt Fíggjarmálaráðnum til at taka nøkur stig at upplýsa málið nærri. Løgmansskrivstovan hevur ikki givið nøkur ráð um, hvørja niðurstøðu Figgjarmálaráðið skal koma til.

Løgmansskrivstovan, 4. desember 2014.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

Deil hesa grein umvegis
468 ad