Lýsing

Fyribyrging ella viðgerð?

Eg meti, at nógv kann gerast fyri at betra um fólkaheilsuna. Venjing, heilsubetri kostur og heilsufremjandi lívsstílur er av stórum týðningi her.

MEN vit mugu hugsa okkum væl um, hvar vit leggja orkuna á heilsuøkinum.

Fyribyrging er av tí góða og alneyðug. Fyribyrging kann spara pening á heilsuøkinum sum frá líður. Heilsugóður lívsstílur kann betra um lívsgóðskuna, eisini hjá fólki við sjúku.

MEN lat ikki fyribyrgingina fara við ov nógv av uppmerkseminum hjá politikarum, so teir ’sleppa frá’ at fyrihalda seg til tey nógvu fólkini, sum eru sjúk og hava tørv á hjálp.

Eg sakni eitt sindur meiri fokus á tey sjúku. Sannlíkt er, at vit hóast heilsubetri lívsstíl og fyribyrging, frammhaldandi fara at hava fólk, sum gerast sjúk. Eg haldi ikki vit eiga at lasta hvørjum einstøkum, at tey gerast sjúk. Lat okkum heldur brúka orku uppá, at hjálpa og lætta um hjá teimum. Tað at gerast sjúk/sjúkur kann vera ein sera torfør støða. At fáa staðfest krabbamein setur nógvar tankar ígongd hjá teimum flestu. Hjá føroyingum eru ofta eisini aðrar avbjóðingar enn sjálv sjúkan, tí ofta er neyðugt at partar av viðgerðini, ella øll viðgerðin gongur fyri seg í øðrum landi. Her eru sjálvsagt stórar avbjóðingar fyri hvønn einstakan sjúkling og familjuna.

Eg sakni, at avvarðandi politikarar leggja orku í hetta økið. Lat okkum gera tað minni trupult hjá hvørjum einstøkum krabbameinssjúklingi at fáa viðgerð. Lat okkum bjóða so stóran part av viðgerðini sum til ber her heima, so sleppast kann undan óneyðugum flogferðum til kemoterapiviðgerð. Lat okkum bjóða so stóran part av eftirlitum, sum til ber, her í Føroyum.

Sjálvandi skulu krabbameinssjúklingar í Føroyum hava (minst) eins góða viðgerð, sum sjúklingar í londunum rundan um okkum. Lat ongan iva vera um tað! Tí koma frammyvir ein stórur partur av skurðviðgerðunum fyri krabba at verða gjørdar í øðrum londum. Men, við at fáa so stóran part av eftirviðgerðunum og eftirlitunum til Føroya kunnu vit betra munandi um lívsgóðskuna hjá tí sjúka.

Politikarar hava ofta verið lagdir undir, at fylgja rákinum í samfelagnum. Um hetta er rætt ella skeivt, veit eg ikki, men eg haldi tað vera neyðugt, at heilsupolitikkur ikki bert snýr seg um fólkaheilsu og fyribyrging, men at vit halda fast í, at í Føroyum fá fólk, ið gerast sjúk, ta hjálp teimum tørvar, líkamikið, um tey hava livað heilsugott ella ikki…

Tí vit kunnu, hvør einstøk okkara, royna eftir førimuni at liva heilsugott, og gera okkara til at fyribyrgja sjúku. Samfelagið hevur eisini eina ábyrgd fyri at gera tað lættari hjá hvørjum einstakum at ’velja ein sunnari livihátt’.

MEN vit eru ikki harrar yvir lívi ella deyða, vit kunnu øll gerast sjúk, óansæð hvussu sunnar vanar vit hava.

Vit hava øll rætt til eitt gott heilsutilboð, serliga um vit gerast sjúk.

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad