Psykiatriska økið
Spyrjari: Sirið Stenberg
Svarari: Karsten Hansen
Á tingfundi 5. desember 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:
1. Er tað rætt, at sparingar skulu fara fram á psykiatriska deplinum í 2015 og um ja, hvussu stór er henda sparing?
2. Hvussu nógv fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum flyta ætlandi ikki inn í nýggju búeindina Eystan Heyg, men vera verandi á Psykiatriska deplinum?
3. Hevur ætlanin allatíðina verið, at so hvørt, sum búfólk fluttu út, skuldi peningurin sparast burtur a psykiatriska deplinum, og ikki fara til at menna og útbyggja psykiatriska økið við?
4. Hvørjar ætlanir eru nú i 2015 um at útbyggja økispsykiatriina í teimum økjum, sum enn mangla, og at raðfesta ambulant viðgerðartilboð generelt?
5. Verður arbeitt við nakrari loysn uppá, at psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi fyrst í komandi ári?
6. Hvussu fer landsstýrismaðurin at tryggja, at tann menningartilgongd, sum psykiatriska økið er í, heldur áfram?
7. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at psykiatriska økið fær ta reðfesting, sum tørvur er á, fyri at kunna veita dygdargóða tænastu til okkara borgarar við sálarheilsu avbjóðingum?
Viðmerkingar
Síðan fíggjarlógin bleiv framløgd hevur frá fleiri pørtum verið víst á, at psykiatriska økið fór at vera við skerdan lut. Víst hevur verið á, at í sambandi við, at fastbúgvandi fólk á psykiatriska deplinum fingu í boði at flyta í nýggju búeindina Eystan Heyg, so fór peningurin at fylgja við teimum út, og partvíst at fara til aðrar heilsutænastur, eitt nú mammografiscreening.
Spurningurin er tí at fáa landsstýrismannin at nágreina, hvat ætlanin er.
Fyri góðum ári síðan hevði eg skrivligan fyrispurning til landsstýrismannin um framtíðarætlanir á psykiatriska økinum. Spurningur nr. S-13/2013. Í svarinum tá varð víst á, at tá ið Eystan Heyg fór at verða liðugt at taka móti teimum fastbúgvandi fólkunum, fór at verða pláss til at gera ymiskar raðfestingar á psykiatriska økinum. Út frá hesum svari ljóðar tað sum, um peningurin skuldi verða verandi á psykiatriska økinum, og soleiðis verða nýttur til at skapa framtíðar mennning og røktartilboð fyri.
Seinastu árini hevur psykiatriska økið verið í sera góðari menning. Starvsfólkið hevur verið í eini menningartilgongd, har tey hava ment sínar førleikar og fingið nýggj og hóskandi arbeiðsamboð. Nýggir viðgerðar- og arbeiðshættir eru settir í verk, alt samalt viðvirkandi til at tryggja okkara borgarum við sálarheilsu avbjóðingum eitt munandi betri røktar- og viðgerðartilboð. Størri opinleiki er um sálarsjúkur, og fokus hevur flutt seg yvir til, at fólk kunnu blíva frísk aftur av sálarsjúku, og størri og størri dentur verður lagdur á stuðlandi økispsykiatrisk og ambulant uppfylgjandi tilboð.
Við íkomnu støðuni, har sparingar eru fyri framman, og psykiatriski yvirlæknin ikki er í starvi frá komandi ári, er støðan sera ótrygg. Vandi er fyri, at nógv av tí, sum í áravís er bygt upp, fellur niðurfyri, tí serligu viðurskiftini á psykiatriska økinum eru tengd at starvsfólkum, sum sjálvi eru stórur partur av viðgerðaramboðnum. Tí er spurningurin eisini, hvørji stig landsstýrismaðurin ætlar at taka, fyri at framtíðartryggja psykiatriska økið, og hvørji stig landsstýrismaðurin arbeiðir við, sum kunnu tryggja, at vit ikki standa við ongum yvirlækna fyrst í komandi ári. Her er alneyðugt at finna eina haldbara loysn.
Líka so ørkymlandi tað er fyri starvsfólkini á psykiatrika deplinum við íkomnu støðuni, líka so ørkymlandi er tað fyri okkum øll. Psykiatriski depilin tekur hond um okkara allar viðbreknastu borgarar. Tað sigur seg sjálvt, at um ótryggleiki valdar millum starvsfólk, so merkja sjúklingarnir tað. Fram um alt er tørvur á stabiliteti á økinum, eins og tørvur er á framhaldandi menning av viðgerðartilboðum. Alt okkara borgarum við sálarsjúku at frama.
Vit mugu sum samfelag gera alt fyri at taka hond um okkara borgarar við sálarsjúku. Tað er okkara skylda. Fara vit inn og broyta grundleggjandi við treytirnar hjá starvsfólkunum at virka undir, eitt nú við sparingum, so er stórur vandi fyri, at tænastan til okkara borgarar við sálarsjúku ikki verður nøktandi. Hetta kann gerast dýrt bæði í menniskjaliga og samfelagsliga.
Tað tekur rúma tíð at byggja eitt fakøki upp, men stutta tíð at taka grundarlagið undan tí.
Við ætlaðu sparingunum er tað ikki bara á sjálvum psykiatriska deplinum, at vandi er fyri, at tænastan verður skerd. Okkara borgarar, sum fáa ambulanta viðgerð, vera eisini raktir. Og so eru tað tey øki, sum enn ikki hava fingið økispsykiatriskt tilboð, sum kanska enn einaferð mugu liva við, at tey onga tænastu fáa. So samanumtikið kunnu ætlaðu sparingarnar raka meint, bæði fyri starvsfólk, sjúklingar og okkum øll sum samfelag.