Lýsing

Fólkaflokkurin hækkar skattin

Nú er tað staðfest: Fólkaflokkurin ætlar sær at hækka skattin hjá lágløntum. Teir siga, at skatturin hjá lágløntum skal verða 30%, men ongin lágløntur rindar 30% í skatti. Sostatt kemur skatturin hjá lágløntum at hækka, stendur tað til Fólkaflokkin.

Sagt verður eisini, at tey miðalløntu skulu fáa eina skattalækking. Henda skal fíggjast við yvirskotinum á fíggjarlógini. Men seinasta ár var undirskotið á fíggjarlógini 400 milliónir. Jørgen Niclassen hevur sagt, at javnvágin á fíggjarlógini skal finnast við sparingum. Men hesi 4 árini hann hevur sitið sum fíggjarmálaráðharri hevur hann spart luft, og samstundis skumpað undirskotið frammanfyri sær. Skal Fólkaflokkurin hava ráð til at geva miðalløntum skattalætta ígjøgnum sparingar, so skulu teir spara umleið eina milliard á fíggjarlógini næsta ár. Hetta er 15 ferðir so nógv, sum Klaksvíkar Sjúkrahús kostar um árið í rakstri. Sjálvandi er hetta bluff úr einum enda í annan.

Veruleikin er tann, at Fólkaflokkurin ætlar sær at hækka skattin hjá teimum lágløntu. Somuleiðis ætlar Fólkaflokkurin sær at snýta tey miðalløntu fyri skattalættan, tí teir mangla umleið eina milliard í at kunna fíggja hann.

Í Klaksvíkar kommunu hevur Tjóðveldið prógvað, at vit eru før fyri at geva skattalættar. Vit hava ikki spart okkum til hetta. Í staðin hava vit økt so nógv um kommunalu inntøkurnar, at vit fingu ráð til at geva skattalættan. Tað sama ætla vit at gera við landshúsarhaldinum. Lág- og miðallønt skulu hava skattalætta, og Tjóðveldið heldur tað, vit lova.

Fólkaflokkinum so líkt, lúgva, bluffa og manipulera tey við tølum, og kalla eina skattahækking fyri eina lækking. Men Tjóðveldið heldur tað vit lova – eisini tá vit lova skattalætta.

 

X við E

X við Jóhann Lützen

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad