Lýsing

Hettar loysa vit saman!

Høgni Hoydal staðfesti í andglettinum í kvøld, at ongin verður blakaður út úr fiskivinnuni eftir 2018, men at farið verður til eina nýggja skipan. Hann staðfesti, at spekulatiónin við fiskiloyvunum skal steðga.

Og hann legði áherslu á, at okkara fiskiríkidømi ikki skal forerast burtur til nøkur heilt fá, og í seinasta enda koma á útlendskar hendur.

 
Eg haldi, at boðskapurin hjá Tjóðveldi er so sera greiður. Dynamikkurin í fiskivinnuni skal tryggjast ígjøgnum marknaðarkreftirnar. Men at áleggja fiskivinnuni ovurstórar útreiðslur fyri fiskiloyvini, langt áðrenn loyst verður frá kai er at misskilja marknaðarkreftirnar. Tí skulu fiskiloyvini ikki keypast og seljast, sum tað hendir í dag, tá skip verða keypt og seld fyri at fáa fatur á loyvum, tá ið fiskivinnureformurin verður gjørdur. Í staðin eiga marknaðarkreftirnar at koma til sín rætt, tá tilfeingisgjaldið verður ásett.

Hetta verður gjørt við at fiskidagar og kvotur verða bjóðað fram á einum almennum fiskidagamarknað, so bjóðar keyparin uppá, hvussu høgt tilfeingisgjald hann vil lata. Og tann sum vil gjalda tað hægsta tilfeingisgjaldið, vinnur.

Úrslitið verður, at tilfeingisgjaldið verður tengt at virðisøkingini av fiskinum, og ikki at sjálvum fiskiloyvinum. Hetta burdi verið ein fiskivinnureformur, sum øll kundi tikið undir við – eisini Fólkaflokkurin.

X við lista E

X við  Jóhann Lützen

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad