Lýsing

Tá Føroyar flyta heimanífrá

Eins og nógv ung í hesum døgum flyta heimanífrá, til onnur lond at lesa, mugu Føroyar flyta heimanífrá.

At standa á egnum beinum krevur vitan, dugnaskap og árræði. Tað, at taka fetið og flyta, er bæði sorgblýtt, men eisini mennandi og neyðugt fyri at blíva ein ábyrgarfull menska, sum klárar at taka ábyrgd fyri sær sjálvum og fyri at vera ein partur av samfelagnum.

Føroyar eru í dag eitt framkomið samfelag, men enn eru snøklar eftir, sum mugu fáast upp á pláss. Fyri at hetta skal lata seg gera, mugu vit taka ábyrgd av okkara egna landið.

Vit mugu hava dirvi og árræði at síggja nýggju møguleikarnar – dugnaskapin hava vit.

At lata onnur gjalda fyri okkum er ikki bara óvirðilig – tað ger eisini at vit ikki flyta okkum nóg skjótt framá.

Eins og við ungdóminum, sum býr heima, er tað við landinum. Í tí løtu vit flyta heimanífrá, taka vit ábyrgd, vit søkja nýggj vinaløg, nýggj samstørv og menningin gongur við rúkandi ferð.

Einar sjálvstøðugar Føroyar, er besta trygdin fyri einum góðum samfelag – eisini frameftir.

Katrin Kallsberg

Tjóðveldi

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad