Lýsing

Klaksvíkar Sjúkrahús er okkara tryggleiki

Týdningarmiklar tænastur skulu liggja so tætt hjá borgaranum sum gjørligt. Hendir ein arbeiðsvanlukka á Kósini, ella fær onkur ein hjartatilburð í miðbýnum, so vita vit, at skjót hjálp er avgerandi. Sjálvandi duga alsamt fleiri fyrstuhjálp. Men í eini akuttari støðu, hevði tað verið óluksáliga leingi at skula bíða eftir einum ambulança av Landssjúkrahúsinum, um hetta var tann einasta tilbúgvingin vit høvdu.

 

Tað er so óluksáliga lætt at sita í Havn við einum Excel-arki og siga, at tað ikki loysir seg at hava eitt sjúkrahús í Klaksvík. Tað er eisini óluksáliga lætt at sita og rokna út, hvussu leingi tað tekur hjá einum norðoyingi at koyra til Havnar og síðani siga, at hetta ikki er nakar trupulleiki. Men tað ber ikki til at seta tryggleikan hjá norðoyingum upp í eitt rokniark. Og tað ber heldur ikki til at seta avleiðingarnar av manglandi læknahjálp upp í eitt rokniark.

 

Ágangurin á Klaksvíkar Sjúkrahús er øgiligur. Men hann byggir á ein primitivan hugsunarhátt hjá nøkrum roknidreingjum í Havn, sum ivaleyst ongantíð hava sett síni bein á Klaksvíkar Sjúkrahús. Og hann byggir á maktgirnd hjá nøkrum lokalpolitikarum í Havn, sum miðvíst royna at tøma Klaksvíkina fyri almennar tænastur.

Hetta hvørki skulu, ella vilja vit finna okum í. Vit skulu gera manngarð um Klaksvíkar Sjúkrahús og verja borg. Vit skulu útbyggja bráðmóttøkuna, og vit skulu lata føðideildina uppaftur. Hartil skulu vit sjálvandi hava tey viðgerðartilboð á sjúkrahúsinum, sum søma seg einum framkomnum samfelagi.

Vit hava fyrr verið í orrustu um Klaksvíkar Sjúkrahús, og vit eru til reiðar aftur, um tað er neyðugt. Abbi mín, Tjóðveldis-Jóhann sáli, upplivdi hetta undir læknastríðnum, tá farið varð í hernað ímóti danskarum og teimum í Havn. Nú fara vit í hernað ímóti roknidreingjunum og lokalpolitikarunum í Tórshavn. Og tann besta verjan fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi, kemur sjálvandi úr Tjóðveldisflokkinum. Eg eri í øllum førum til reiðar at taka hetta stríðið fyri Norðoyggjar.

 

X við E

 

X við Jóhann Lützen

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad