Lýsing

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi at steðga partabrævaoptiónum sum løn í føroyskum bankum

 

1. Hvat fer landsstýrismaðurin at gera fyri við lóg at forða fyri, at partabrævaoptiónir kunnu gerast partar av løn í føroyskum bankum?

2. Nær fer landsstýrismaðurin at taka ítøkilig stig?

Viðmerkingar

Í undanfarna mánaði svaraði landsstýrismaðurin munnligum fyrispurningi um partabræva¬optiónum sum løn til leiðslur í føroyskum bankum. Landsstýrismaðurin segði, at hann ikki tók undir við hesum, men vildi ikki siga, um hann fór at taka ítøkilig stig, fyri at steðga hesum máta at løna stjórum í føroyskum bankum.

Sum kunnugt er ein av stóru bankunum í Føroyum farin undir at nýta partabrævaoptiónir sum part av løn hjá ovastu leiðsluni. Hetta vóru óvæntað tíðindi. Tí júst hesin mátin at løna banka¬stjórum áðrenn fíggjarkreppuna í 2008 varð av fleiri mettur at vera ein av fleiri orsøkum til, at fíggjarkreppan gjørdist so ógvislig.

Hetta tí partabrævaoptiónir til bankaleiðslur verða mettar at økja sannlíkindini fyri, at bankar átaka sær størri váða, og økja sannlíkindini fyri, at stýringin verður meira stuttskygd og rættað móti at økja virðið á partabrøvunum til ávíst tíðspunkt (tá partabrævaoptiónirnar kunnu innloysast), heldur enn at virka og hugsa langskygt.

Bankastjórar eru hartil frammanundan sera vælløntir við fastari løn. Hetta ger tað enn meira óneyðugt, at farið nú verður undir eisini at løna við partabrævaoptiónum.

Tað er týðandi, at vit læra av fortíðini, og taka stig, ið fyribyrja, at søgan endurtekur seg, tá umræður fíggjarkreppur.

Fyri at fáa staðfest, um landsstýrismaðurin ætlar at gera nakað ítøkiligt við málið, ella bara fer at lata standa til, verða hesir spurningar settir.

 

Á Løgtingi, 5. november 2014
Kristina Háfoss

Deil hesa grein umvegis
468 ad