Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen, landsstýrismann viðvíkjandi samráðingum við kommunurnar um fígging av eldraøkinum
1. Hvør er støðan viðvíkjandi samráðingunum við kommunurnar um fígging av eldraøkinum?
2. Er tað rætt, at enn eru nógv markamót, tá umræður tænastur, ið kommunurnar skulu yvirtaka, ið ikki eru nágreinað? Um so er, hvussu skal játtan latast, um greitt ikki er, hvørjar uppgávurnar verða?
3. Er minkingin í kommunu- og landsskattainntøkum, av at lógartvungna 15% pensjóns¬gjaldið komandi árini verður tikið av lønarinntøkuni hjá nógvum føroyingum, og kommunu- og landsskatturin tí minkar samsvarandi, við í samlaðu útrokningini av fíggjarligu avleiðingunum av fíggingarleistinum hjá Fíggjarmálaráðnum?
4. Eru tær framtíðarpensjónsskattainntøkur, ið landið tók frá kommunum 1. januar 2012 (oman fyri 100 mió. kr. árliga), taldar við sum nýggj fígging av eldraøkinum til kommunurnar í fíggingarleistinum hjá Fíggjarmálaráðnum?
Viðmerkingar
Hóast 1. januar nærkast skjótt, og samgongan ætlar at leggja alt eldraøkið út til kommunurnar 1. januar, so er enn ikki greitt, hvør fígging flytur við frá landi til kommunur í hesum sam¬bandi.
Fíggjarmálaráðið hevur lagt fíggingarleist fyri kommunurnar, men enn eru sera stórar óvissur í hesum sambandi. Millum hesar eru, at sum skilst eru partarnir enn ikki lidnir at nágreina markamót, tá umræður tænasturnar, og harvið er enn ikki greitt, júst hvørjar tænastur kommunurnar skulu yvirtaka.
Eisini er landsstýrismaðurin fleiri ferðir spurdur um, hvørt minkingin í kommunu- og lands¬skatti, av at landið hevur álagt 15% lógartvungið pensjónsinngjald komandi árini, er við í útrokningini og fíggingarleistinum hjá Fíggjarmálaráðnum. Enn er einki svar komið. Hetta er viðkomandi, tí umleið 4500 føroyingar hava onga pensjónsuppsparing í dag. Hesir koma at missa 15% av løn síni komandi árini, ið skal rindast til pensjón. Hetta merkir aftur, at kommunu- og landsskatturin fer at minka, tí hesi 15% av lønini verða minni at skatta hjá hesum borgarum. Hartil koma eisini fleiri túsund borgarar, ið ikki hava 15% pensjónsgjald í dag, og tí mugu taka eina lógartvungna hækking í pensjónsgjaldinum av lønini hjá sær. Eisini hetta ávirkar framtíðar kommunu- og landsskattainntøkurnar.
Hartil er jú staðfest, at tá samgongan 1. januar 2012 valdi at taka 100% av framtíðar pensjónsskatti til landið, mistu kommunurnar oman fyri 100 mió. kr. árliga í framtíðar pensjónsskattainntøkum. Áðrenn broytingina áttu kommunurnar 40-50% av øllum pensjónsskattainntøkum. Eftir broytingina valdi landið at taka 100% av forskattaðu pensjónunum. Inntøkurnar av hesum eru um 250 mió. kr. til landið nú. Av hesum áttu kommunurnar 100-125 mió. kr. árliga í framtíðini, um samgongan ikki broytti lógina. Landsstýrið tók hesar inntøkur frá kommununum 1. januar 2012 og letur nú sum um, at hetta er “nýggj fígging” til kommunurnar at reka eldraøkið fyri. Hetta er ómetaliga misvísandi.
Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.
Á Løgtingi, 5. november 2014
Kristina Háfoss