Sterk vinna í sterkum landi
At reka ein góðan og framskygdan vinnupolitikk er alt avgerandi fyri góða samfelagið Føroyar.
Tað er vinnan sum í størstan mun er grundarlagið undir samfelagnum, og tí má vinnan útbyggjast so hon eisini framhaldandi kann vera grundarsteinurin.
Vinna er so nógv, men í dag eru tað fiskivinnan og alivinnan sum eru nógv tann størsti og virknasti parturin í samfelagnum.
Tað er umráðandi at vit afturat tí at geva fiskivinnuni og alivinnuni góðar og tíðarhóskandi karmar, eisini útbyggja aðrar vinnur, sum kunnu vera við til at breiðka inntøkugrundarlagið í Føroyum.
Vitan og førleikar eru okkara fremsta tilfeingi, so eisini innan vinnuna eru fjølbroytt undirvísingartilboð, eftirútbúgving, og eitt framkomið lærdómssetur við breiðum útbúgvingar tilboðum og miðvísari gransking, høvuðsmotorar hjá eini nýmennandi vinnu.
Fleiri vinnur eru við at fáa fótin fyri seg, harímillum matvinnan og ferðavinnan. Hugsandi er eisini at kreativar vinnur kunnu fáa enn størri týdning í komandi tíðum.
Fyri at stimbra nýggjar vinnur, er umráðandi at vit tryggja smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu.
Ein sterk og fjøbroytt vinna tryggja samfelagið bæði nú og frameftir.
Hetta loysa vit saman
Katrin Kallsberg
Tjóðveldi