Høgni spyr um bíðilistar og nýtslu av MR-skannaranum
Munnligur fyrispurningur til Karsten Hansen, landsstýrismann í heilsumálum Viðvíkjandi bíðilistum og nýtslu av MR-skannaranum á Landssjúkrahúsinum
1. Hvussu long er miðal bíðitíðin hjá tilvístum fólki at sleppa til MR-skannaran á Landssjúkrahúsinum?
2. Hvussu nógvar dagar og tímar verður MR-skannarin nýttur um vikuna?
3. Hvør er orsøkin, um MR-skannarin ikki verður fult gagnnýttur og bíðitíðirnar minkaðar?
4. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrismaðurin um at stytta bíðitíðirnar – og hvat krevst til tess, at skannarin verður fult gagnnýttur?
Á Løgtingi, 5. november 2014
Høgni Hoydal