Lýsing

Lækni í løgtinginum?

’Hví stillar tú upp?’

’Gert tú ikki meira nyttu á LS?’

’Eg kundi gott hugsað mær at atkvøtt fyri tær, men eg vil heldur at tú arbeiðir sum lækni’

Eg havi møtt nógvum kvinnum (og fleiri monnum) sum hava sagt hetta við meg. Tað vísir seg, at tey halda tað vera betur, at eg starvist sum lækni, enn at eg royni at koma mær inn á løgting. Orsøkirnar siga tey vera at ov fáir læknar eru.

Til tað er at siga, at um eg skuldi verið vald inn, ber til at forseta sum lækni, hálva tíð. Tingarbeiðið krevur nógva tíð og orku til tíðir, meðan arbeiðið liggur stilt aðrar tíðir. Sannlíkt er, at lækna-arbeiðið kundi verið lagað eftir tingarbeiðnum. Tað eru onnur tingfólk, ið starvast hálva tíð í øðrum starvi, so tað ber til.

Annars er at siga, at ein av orsøkunum til at eg stilli upp, er at betra um viðurskiftini innan sjúkrahúsverkið. Tann langtíðartryggjaða heildarætlanin eg og Tjóðveldi ynskja at fremja fer helst eisini at gera tað munandi lættari at fáa heilsustarvsfólk at velja Føroyar til í framtíðini. Hetta kemur at vera okkum øllum at gagni.

So hví stilli eg upp?

Hví starvist eg ikki sum lækni í frið?

Eg havi arbeitt sum lækni í 20 ár, eg elski mítt starv og brenni fyri at betra um tilboðini til føroyskar sjúklingar.

Eg stilli upp tí eg ynski eitt heilsuverk, sum gevur okkum tryggleika.

Eg vil arbeiða fyri at heilsuverkið aftur fær karmar og umstøður at skapa tryggleika til øll, sum búgva í Føroyum. Eg kenni heilsuverkið innanífrá, og eg veit hvat krevst.

Hetta loysa vit saman

 

Katrin Kallsberg

 

Tjóðveldi

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad