Lýsing

Republikkin er í eygsjón

Tá Julius Cæsar ár 49 fyri Kristi føðing fór yvirum ánna Rubicon og setti kósina beint ímóti Rom, mælti hann tey kendu orðini “alea iacta est”. Nú var bara ein vegur; tað var beint fram ímóti tí rómverska senatinum. Og helt hann ikki kósina, var tapið honum víst. Men Julius Cæsar helt kósina, og hann vann.

Í pinkulandinum Føroyar meira enn 2000 ár seinni, tykist støðan at verða hin sama. Burtur eru øll fyrivarni og øll óvissa, og kósin kann bert setast eina leið: Beint ímóti republikkini!

Øll árini eftir at Fólkaflokkurin blakaði fullveldissamgonguna til hús, hevur føroyskur politikkur verið uttan mál ella mið. Tað hevur einans snúð seg um at skava so nógv til sín sum møguligt av landsins ríkidømi, og at sæta sær og sínum. Men nú má hetta halda uppat. Kósin skal setast beint ímóti republikkini, og so má allur annar politikkur rættast inn eftir hesum!

Í Føroyum skulu føroyingar liva og ráða. Ikki nakrir tilvildarligir útlendskir spekulantar. Tí hvørki má ella skal Fólkaflokkurin sleppa at avreiða okkara fiskiríkidømi til nakrar fáar útlendingar. Klaksvíkin er okkara fiskivinnuhøvðusstaður – ikki Rotterdam. Og Fólkaflokkurin skal heldur ikki sleppa at halda fram við at føra ein fíggjarpolitikk, har ein millión um dagin fossar burturúr landskassanum. Her má og skal vend koma í, og tann besta trygdin fyri hesum er ein sterkur Tjóðveldisflokkur.

Bulurin í republikkini Føroyar má og skal verða ein jøvn politisk umboðan. Tí er tað so sera týdningarmikið, at vit Norðoyingar savnast um at velja umboð á ting, sum bæði arbeiða fyri okkara lokala øki og fyri frælsum Føroyum. Tað er eisini kávalæti av ringasta slag, tá Fólkaflokkurin sigur seg vera tjóðskaparflokk, aftaná at teir hava hildið sambandinum við valdið tey seinastu nógvu árini. Eisini her hevur Fólkaflokkurin so sera ringt við at halda skil á, hvat er lygn og hvat er sannleiki. Einasta trygdin fyri eini frælslyntari loysingarrødd úr Norðoyggjum er sostatt at velja eitt av lokalu valevnunum úr Tjóðveldisflokkinum.

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad