Lýsing

Skúlaskapur og gransking hornasteinar í framkomnum og samhaldsføstum samfelag

Í skúlanum skal vera pláss fyri øllum, og ymiskleiki einstaklingsins skal vera ein avbjóðing og ikki ein forðing. Tá ið tað er sagt, so er lívsneyðugt við fakliga sterkum lærarum, sum geva næmingunum fakliga avbjóðingar á tí fakliga og menningarliga stigi, sum tey eru á. Tað krevur støðuga eftirútbúgving av lærarum og frálærutilfar, sum er í samsvari við nýggjastu fakligu granskingina. Serliga tað seinna kann vera ein stór avbjóðing fyri eitt lítið máløki sum okkara, men tað eiga vit sum fræls tjóð at seta sera ovarlaga, tí skulu vit fóta okkum millum aðrar tjóðir í altjóða samfelagnum, mugu vit í upplýsing og vitan vera eins dugnalig, ja kanska uppaftur dugnaligari ella í hvussu er serstakari, tí ilt er at kappast við milliónir av fólkum, um tú ikki ert øðrvísi ella skarar framúr.

Framtíðarvisiónin er ein skúli, har bara tað besta er nóg gott, bæði fyri lærarar og næmingar, men tað krevur bæði fíggjarligar og menniskjaligar íløgur, sum fara at koma samfelagnum fleirfalt aftur, tí fakligur dugnaskapur lønar seg altíð. Effektivari og skynsamari fiskiskapur og vinnulív sum heild eru grundað á vitan og fakligan dugnaskap, sum byrjar í tí góða skúlanum. List, bókmentir, mál og mentan sum heild hava eisini sína byrjan í skúlanum og eru við til at geva borgarum landsins eina góða barlast og ein tryggan samleika, bæði sum føroyingur og alheimsborgari.

Vit eru í dag greið yvir, at gott skúlaverk eisini krevur tilvit um, hvussu hetta skúlaverk virkar. Tí er gransking alneyðug. Fróðskaparsetur Føroya stendur fyri gransking, men har verður latið alt ov lítið av peningi til granskingina. Vit mugu ásanna, at skulu vit menna skúla, heilsuverk og samfelag eru neyðugt við gransking í Føroyum innan hesi øki. Ikki tað, at vit ikki kunnu brúka gransking hjá øðrum, men vit hava eisini tørv á at granska serføroysk viðurskifti, sum best verða granskað av fólki við tilknýti og vitan um Føroyar og føroysk viðurskifti. Neyðugt er m.a. at styrkja vitanina um støðuna hjá føroyska málinum hjá uppvaksandi ættarliðinum, tí tað er høvuðsmiðilin til at nema sær vitan og kunna luttaka í samskifti um øll viðurskifti, sum ein dannaður og upplýstur borgari hevur rætt til. Gransking av málstøðuni hjá børnum í og undir skúlaaldri eigur at styrkjast, so vit kunnu brúka peningin, sum verður brúktur til málmenning barnsins málrættað. Somuleiðis eiga vit at seta námsfrøðiliga gransking í verk. Serliga KT er eitt øki, sum vit vita ómetaliga lítið um, og samfelagið sum heild trokar av álvara á á tí økinum.

Innan mítt egna øki veit eg, hvussu týdningarmikið tað er at granska í sjúkum, sum serliga føroyingar eru nógv raktir av, tí tað gagnar samfelagnum og heilsustøðu føroyinga sum heild. Sama ger seg eisini galdandi fyri tey fakøki, sum eru serlig fyri okkum. Okkara máli, søgu, mentan, náttúru og tilfeingi hava eingi onnur ábyrgd av og tí skulu vit seta serliga orku av til gransking á hesum økjum. Ikki tí, at vit ikki skulu granska á øðrum økjum, men hesum økjum hava vit sum tjóð serliga ábyrgd av, og tí skulu tey raðfestast høgt.

Ein munadygg íløga í skúla og gransking er alneyðug og fíggjarliga og menniskjaliga ein sera gagnlig íløga í framtíðina.

Hetta loysa vit saman

Katrin Kallsberg

Tjóðveldi

Katrin Kallsberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad