Lýsing

Munnligur fyrispurning til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi garnaskipinum Anitu

 

1. Hví ger løgmaður ikki fyrr enn seint í oktober av at taka veiðiloyvi fyribils frá Anitu, tá Vørn longu í apríl staðfesti grov brot og heitti á løgmann um at taka veiðiloyvi frá skipinum?

2. Hvat merkir tað, at “løgmaður ikki hevur generella heimild” at seta eina miðsavnandi kanning í verk av øllum málinum?

3. Kann løgmaður ikki biðja ymsu stovnar og myndugleikar, ið hava ábyrgd av ymsu pørtunum í málinum, um at koma við frágreiðing á sínum øki, sum løgmaður so kann savna í eina felags frágreiðing ?

4. Nær gjørdist Fiskimálaráðið ógegnugt, og nær fekk løgmaður málið?

 

Viðmerkingar

Í einum skrivi, ið undirbyggir tilmæli um at taka fiskiloyvi frá Anitu, sigur Vørn, at út frá eini heildarmeting metir Vørn, at staðfestu brotini eru so grov og álvarslig, at einki annað dømi er at samanbera við, í tí tíð fiskiveiðieftirlit hevur verið framt í Føroyum. Serliga er tað stóra garnatalið, hugsað verður um. Hetta brotið metir Vørn vera nóg stórt at taka fiskiloyvi endaligt frá skipinum. Harumframt er skipið umbygt at hava 25 mans – í mun til 14 áðrenn – eisini eitt greitt tekin um, at nógv manning er riggað til at arbeiða meir fisk enn tey 1400 gørnini, sum skipið hevur loyvi til, tí 14 dekkarar høvdu ikki megnað at arbeitt undan 4.649 gørnum. Vørn brúkar orðini “talan er um skipaða ránsveiðu.”

Eg setti herfyri løgmanni nakrar grein 52a spurningar um hetta mál og spurdi m.a, um løgmaður hevði viljað sett eina kanning í verk, so at almenningurin og Løgtingið fær eina heildarmynd og fullfíggjaða frágreiðing um, hvat er hent í málinum viðvíkjandi Anitu.

Í svarinum listar løgmaður upp ymisk mál, ið hava verið frammi viðv. Anitu: Um trygd á sjónum, um útblaking og ólógligt tal av gørnum, um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, um leiðslu¬viðurskifti umborð, um formuurættarlig og um “ullint” skattlig viðurskifti hjá reiðarínum (sum løgmaður sjálvur orðar tað) og um sosiala dumping.
Í sínari uppramsan viðgongur løgmaður greitt, at tað eru rættiliga nógv økir, sum kanska ikki eru í lagi. Hvørki hjá reiðarínum, við skipinum sjálvum og við tess fiskiskapi. Og innan hvørt øki, verður víst til tann myndugleika, ið varðar av. Við øðrum orðum – hann staðfestir greitt, at har eru fleiri sera ivasom og illgrunasom viðurskifti, men í sama andadrátti blakar hann ábyrgdina burtur frá sær aftur og sigur, at hesi ella hasi hava ábyrgdina. Og svarar so til síðst:

“Løgmaður hevur ikki nakra generella heimild at seta í verk eina miðsavnaða kanning av øllum hesum viðurskiftum. Skal eftirlit gerast við myndugleikunum í málinum, má hetta gerast av vanliga yvirskipaða myndugleikanum sbr. lóggávuni.”

Tað er toført at ímynda sær, um løgmaður, sum er ovasta leiðsla landsins og hevur endaligu ábyrgd, ikki kann umbiðja ella krevja eina kanning.

 

Á Løgtingi, 5. november 2014

Gunvør Balle

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad