Lýsing

Í morgin hevur tú valdið í Føroyum

Verður veljarakanningin frá fríggja­degnum veruleiki, so fáa ABDH flokkarnir meirilutan. Sambært veljarakanningini fáa teir, sum skipaðu samgongu saman fyri fýra árum síðan, 52 prosent av atkvøðunum, 17 tingfólk og harvið meiriluta á Løgtingi. Ein av teimum flokkunum er ikki partur av samgonguni í dag, men lítið bendir á, at hesir flokkarnir ikki seta seg saman aftur, um valúrslitið verður tað sama sum hendan seinasta veljarakanningin vísti.

Men tú hevur møguleikan til at fáa okkurt annað enn tað, vit hava sæð seinastu árini. Sambært veljarakanningini fær Tjóðveldi 18 prosent av atkvøðunum, men til Fólkatingsvalið sóu vit, hvussu skjótt tað kann ganga rætta vegin. Megnar Tjóðveldi at fáa umleið 1.200 atkvøður meira enn veljara­kanningar og valúrslitið seinast góvu flokkinum, so fær Tjóðveldi 8 tingmenn, gerst størsti flokkur og fær sterkastu kortini til at skipa eina nýggja CEF samgongu.

Tað verður ikki lætt at fáa hesa broyt­ingina. Men veruleikin er, at tað er nú, at tú kanst velja, hvørjar Føroyar tú vilt hava. Í morgin er tað tú, sum hevur valdið í Føroyum. Og megnar tú at fáa ein persón, sum ikki veit hvat hann skal velja – ella ætlar at velja samgonguna – til at velja Tjóðveldi, so ber til at fáa ta broytingina, sum Føroyar hava tørv á.

Velja vit ikki broytingina nú, so kemur møguleikin neyvan aftur fyrr enn um 4 ár.

Deil hesa grein umvegis
468 ad