Munnligur fyrispurningur til Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi endurmenning
Hvørji vera markamótini í mun til, hvørjir borgarar skulu hava í boði endurmenning frá heilsuverkinum, almannaverkinum ella kommununum?
Viðmerkingar
Breið semja tykist vera um, at tað er neyðugt at raðfesta endurmenningina, og at nøktandi endur-menning kann geva nógv – bæði fyri tann einstaka og samfelagið alt. Hinvegin tykist ógreitt, hvussu endurmenningin skal skipast, hvør ger hvat, og hvørjir borgarar skulu hava hvat í boði.
Víst hevur verið á, at økisterspiin skal út til kommunurnar í sambandi við, at eldrarøktin verður løgd til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2015.
Somuleiðis hevur landsstýrismmaðurin í heilsumálum boðað frá, at lóg um endurmenning verður løgd fyri tingið hvørja løtu, og rætturin til endurmenning í heilsuverkinum verður staðfestur í lógini.
Trivnaðarnevndin er eisini kunnað um, at Almannaverkið er í gongd við at byggja endurmenningar¬miðstøð í Havn soleiðis, at Almannaverkið eisini hevur endurmenningartilboð. Henda bygging kemur at vera knýtt saman við nýggju hjálpartólamiðstøðini á Hálsi.
Spurningurin er tí at fáa staðfest greiðar linjur fyri, hvørjir borgarir skulu hava endurmenningar-tilboð frá hvørjum nú endurmenningartilboð vera deild út á tríggjar myndugleikar. Um markamótini ikki eru greið frá byrjan, er vandi fyri, at borgarar detta niðurmillum ymisku myndugleikarnar.
Spurningurin er eisini, um tað er skilagott soleiðis at petta endurmenningina sundur.
Á Løgtingi, 5. november 20
Sirið Stenberg