Munnligur fyrispurningur til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann viðvíkjandi kynsligum ágangi
1. Er ætlanin at gera broytingar soleiðis, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang koma inn at sita beinanvegin?
2. Er ætlanin at broyta, ella avtaka fyrningarfreistina?
Viðmerkingar
Serliga er hugstoytt at uppliva, at fólk, sum eru dømd fyri kynsligan ágang í tíðarskeiðnum, meðan tey bíða eftir at koma inn at sita, hava gjørt seg inn á onnur børn. Víst verður í hesum sambandi til tíðindi í miðlunum fyri viku síðan. Hetta er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so tað ikki endurtekur seg. Somuleiðis tykist tað undarligt, at krenkari og offur skulu fylgjast út úr rættarsalinum aftná dómsúrskurð, og bíðitíð er at koma inn at sita. Tey, sum eru krenkað, uppliva hetta sum at vera krenkað umaftur. Hvar gongur markið fyri, nær man skal inn at stga beinanvegin, og nær man kann bíða í mánaðir?
Eisini er tað undrunarvert, at slík mál kunnu fyrna í rættaligum høpi.
Á Løgtingi, 5. november 2014
Sirið Stenberg