Børnini eru okkara dýrasta tilfeingi
Harra formaður
Tað, at eg standi her í dag, kemur ikki av ongum… Sjálvandi… Eg valdi at stilla upp til løgtingsvalið og var so heppin av verða vald, kundi onkur sagt, og rætt er tað… Men fyri at eg, einsamøll mamma (einkja) við børnum og aðrar kvinnur við mær hava henda møguleika, hava nógvar aðrar kvinnur stríðst ein harðan kamp í áravís… Enn í dag stríðast (og doyggja) kvinnur fyri hesum rættindum kring heimin. Tað er alneyðugt, at vit ikki taka hesi fyri okkum sjálvsøgdu mannarættindi fyri givið, men hvønn dag minna okkum á at hesi rættindi eru verd at verja. Demokratiið er vert at hjúkla um. Eisini er vert at hugsa um, at rættindi, vit taka sum eina sjálvfylgju, ikki altíð hava verið tað, og at enn á døgum eru minnilutabólkar – eisini her í Føroyum, sum eru við skerdan lut.
At tosa um eina framskrivaða fíggjarlóg kenst eitt sindur løgið… Anstøðan (Bjørn Kalsø) førdi fram í gjár, at helst hevði nógv umtalaði samgongufundurin í gjár snúð seg um útveksling av ynskilistum… Nú er hetta sum sagt mín fyrsta røða og mítt fyrsta møti við eina fíggjarlógarviðgerð í tinginum.
Eg loyvi mær tí at koma við einstøkum tonkum her – væl vitandi – at hetta kann tulkast sum enn ein ynskilisti J
Fyri meg er fíggjarlógin tað skjalið, har vit vísa Føroya fólki, hvørjar Føroyar vit vilja hava.
Og fyri mítt viðkomandi kann eg beinanvegin avdúka eina av orsøkunum til, at eg yvirhøvur valdi at stilla upp: míni børn! Eg vil, sum onnur foreldur, at míni børn og onnur við teimum fáa ein tryggan og góðan uppvøkstur. Um eg skuldi fallið frá ella ikki kunnað tikið mær av teimum, eru onnur har at hjálpa.. Tá ið tey gerast størri, vóni eg, tey fáa møguleika at arbeiða og vónandi eisini útbúgva seg her. Um tey flyta í onnur lond, vóni eg, at Føroyar vera eitt nátúrligt val at flyta heimaftur til.
Í undanfarnu løgtingssetu varð eitt sera áhugavert og gott arbeiði gjørt at greina avbjóðingarnar við fráflytingini. Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur gevur nógv góð boð um, hvussu vit kunnu venda gongdini. Eitt av átøkunum, tilmælt verður, er betri og longri barsil við øktari pápakvotu.
Flest okkara munnu vera samd um, at børnini eru okkara dýrasta tilfeingi.
Sum land hava vit í Føroyum bundið okkum til at halda ST barnarættindasáttmálan, sum ásetur (við formansins loyvi?) ’at øll børn hava rætt til eitt virðiligt lív’. So sjálvandi er tað ikki í lagi, at børn vaksa upp í fátækraváða!
Samgonguskjalið leggur dent á samhaldsfesti, sjálvbjargni og frælsi, og væntandi síggjast hesi virði aftur í fíggjarlógini í 2. viðgerð
Nógv tos var í gjár um at fáa javnvág á fíggjarlógina.
Sum nýbyrjari í hesum høga tingi sat eg í gjár og undraði meg stórliga á, hví núverandi andstøða (fyrrverandi samgonga) ikki longu hevur samtykt tær lógarbroytingar sum skulu til fyri at røkka javnvágini, um tað er so einfalt…. Hendan samgongan er júst um at fara til verka, og andstøðan lastar okkum fyri manglandi tiltøk… Man Jenis av Rana hava grein í sínum máli, tá ið hann hugleiddi um ov nógv tos og ov lítla handling í gjár? Ikki veit eg, men vónandi og væntandi verður eisini handlað. Mín vón og ætlan er, at vit í Trivnaðarnevndini – har Jenis av Rana er limur – skjótt sleppa til verka at viðgera tey nógvu og tiltrongdu átøkini innan millum annað heilsu- og almannamál.
Tað er einki loyndarmál, at støðan innan sjúkrahúsverkið liggur mínum hjarta nær. Mín vón er, at tann ’visjón og menningarætlan fyri sjúkrahúverk Føroya’ sum varð samtykt í undanfarnu løgtingssetu, fer at seta gongd á tiltrongdar broytingar og umprioriteringar innan sjúkrahúsverkið. Sum helst øllum kunnugt hevur sjúkrahúsverkið sera stórar avbjóðingar fyri framman. Tað hevur i fleiri ár verið sera trupult at manna serlæknastørvini (og forskattingin av pensjónum hevur ikki gjørt tað lættari..) Áður hevur stór orka verið løgd í fyribyrging! Mammografiscreeningin, sum vónandi byrjar skjótt, er eitt jaligt dømi um hetta. Tað er at fegnast um, men vit mugu ikki gloyma, at sjúkrahúsverkið eisini (og kanska fyrst og fremst) er fyri sjúk fólk. Lat okkum halda fokus á kjarnuøkinum í sjúkrahúsverkinum, at diagnostisera og viðgera sjúk.
Eg havi saknað meiri fokus á tey sjúku. Sannlíkt er, at vit, hóast heilsubetri lívsstíl og fyribyrging, framhaldandi fara at hava fólk, sum gerast sjúk. Lat okkum brúka orku uppá at hjálpa og lætta um hjá teimum. Tað at gerast sjúk/sjúkur kann vera ein sera torfør støða. At fáa staðfest krabbamein setur nógvar tankar í gongd hjá teimum flestu. Hjá okkum føroyingum eru ofta eisini aðrar avbjóðingar enn sjálv sjúkan, tí ofta er neyðugt, at partar av viðgerðini ella øll viðgerðin gongur fyri seg í øðrum landi. Her eru sjálvsagt stórar avbjóðingar fyri hvønn einstakan sjúkling og familjuna.
Latið okkum gera tað minni trupult hjá hvørjum einstøkum krabbameinssjúklingi at fáa viðgerð. Latið okkum bjóða so stóran part av viðgerðini sum til ber her heima, so sleppast kann undan óneyðugum flogferðum til kemoterapiviðgerð. Latið okkum bjóða so stóran part av eftirlitunum sum til ber her í Føroyum.
Sjálvandi skulu krabbameinssjúklingar í Føroyum hava (minst) eins góða viðgerð, sum sjúklingar í londunum rundan um okkum. Latið ongan iva vera um tað. Tí fer framvegis ein stórur partur av skurðviðgerðunum fyri krabba at verða gjørdar í øðrum londum. Men við at fáa so stóran part av eftirviðgerðunum og eftirlitinum til Føroya, kunnu vit betra munandi um lívsgóðskuna hjá tí sjúka.
Ein av týdningarmestu vælferðartænastunum í okkara samfelagi er sjúkrahúsverkið. Tryggleikin at vita, at vit fáa munagóða heilsuhjálp, tá ið vit gerast sjúk hevur ómetaligan stóran týðning.
Við eini greiðari politiskari langtíðarætlan fyri føroyska heilsuverkið eru vit væl á veg! Vit hava eitt sera stórt tilfeingi at arbeiða við. Vit hava eitt sera vælútbúgvið fólk. Okkara sjúkrarøktarfrøðingar eru sera dugnaligar (-ir;), og fleiri teirra hava serútbúgvingar afturat vanligu útbúgvingini. Sera nógvir føroyingar eru læknalesandi (96 í 2014), og tó at fleiri teirra eftir loknan lestur ikki starvast í Føroyum, vísti ein kanning nýliga millum læknalesandi í Keypmannahavn, at ein triðingur teirra ætla aftur til Føroya eftir loknan lestur. Sama kanning vísti eisini á tiltøk, ið kunnu økja um møguleikan at fáa fleiri av hesum fólkunum at starvast í Føroyum seinni. Sostatt sær framtíðin sera lovandi út. Vit hava tilfeingið, okkum tørvar eina langtíðarhaldbara politiska ætlan fyri føroyska heilsuverkið. Eina yvirskipaða ætlan! Eina ætlan, sum tekur atlit til, at vit búgva í Føroyum við teimum landafrøðiligu avbjóðingunum, tað inniber bæði innanlands og í sambandi við sjúkraflutning av skipi til lands og úr Føroyum í onnur lond.
Ein tílík ætlan hevði, (um politisk undirtøka var fyri at ’langtíðartryggja’ hana ), kunnað skapt tryggari karmar fyri heilsuverkið. Tryggari karmar fyri starvsfólkið í heilsuverkinum. Og tað, ið hevur allarstørstan týdning: tryggari karmar fyri føroysku sjúklingarnar og teirra avvarandi.
Jacob Vestergaard førdi fram í gjár, at ein heilsunýskipan ONGA ávirkan hevur nú… Har eri eg ikki heilt samd… Vit vita frá m.a. kanningum millum læknalesandi uttanlands, at tey sakna politiskar visiónir og prioritering av sjúkrahúsverkinum. So sjálvt um tað at tosa um evnið ikki loysir trupulleikan einsamalt, so sendir tað eitt klárt og týðiligt tekin um, at vit ásanna trupulleikarnar og vit ynskja og vilja loysa teir.
Eg vil, at vit skapa virðilig kor fyri okkara nógvu dugnaligu listafólk.
Mentan og list eru fremstu umboð okkara úti í heimi og skapa inntøkur til landið – bæði í sjálvum sær og við at fremja føroyskan útflutning, ferðavinnu og skapa vinnu sum heild.
Men mentan og list hava størri ávirkan enn so, tí mentan og list skapa samleika og amboð at fata okkum sjálv, okkara lív, okkara søgu og samfelag og heimin kring okkum.
Mentan og list eru sostatt alneyðug fyri okkum.
Eg vil eitt rúmligari samfelag, har mentanin og listin fáa rúm og uppiborna virðing.
Flest øll eru samd um, at eitt vælvirkandi vinnulív er fortreyt fyri einum vælvirkandi samfelag. Mítt ynski er, at vit gerast tilvitað um, at listin og mentanin eisini eru ein fortreyt fyri einum vælvirkandi samfelagi. Vit eru øll brúkarar av list og mentan, og mentan er ein grundarsteinur undir trivnaði í einum samfelag. Eingin vil ella kann ímynda sær eitt land uttan bókmentir, tónleik, sjónleik, filmslist, málningalist o.s.fr., tí í einum slíkum samfelag trívast fólk ikki. Og tá ið fólk ikki trívast, velja tey at flyta. At list og mentan verða viðurkend er tískil ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu vera eitt lokkandi samfelag at búseta seg í.
Eg vænti og vóni at fíggjarlógin, tá ið hon verður samtykt, fer at vísa, at vit vilja einar samhaldsfastar, sjálvbjargnar og frælsar Føroyar, har ymiskleikin hevur rúmd.
Takk fyri.