Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í skúlamálum viðvíkjandi upphiting av Marknagilsdeplinum við grønari orku
1. Hvør hitaskipan er vald fyri Marknagilsdepilin, og er ætlanin, at skúlin heilt ella lutvíst verður hitaður við grønari orku?
2. Hvussu nógv fer tað at kosta eyka, um íløga verður gjørd í hitaskipan, so Marknagilsdepilin burturav verður hitaður við orku frá hitapumpu og/ella aðrari grønari hitaskipan?
3. Yvir hvussu nógv ár kann ein slík íløga sparast innaftur?
4. Metir landsstýriskvinnan, at hetta eigur at verða raðfest á fíggjarlógini?
Viðmerkingar
Miðnámsskúlan í Marknagili er størsti skúlabygningur nakrantíð í Føroyum. Tað er Landsverk, sum er stovnur undir Samferðslumálaráðnum, ið er byggiharri, ímeðan tað er Mentamálaráðið, ið er arbeiðsánari. Samstundis er tað Heilsu- og Innlendismálaráðið, ið umsitur orkupolitikk landsins.
Seinastu árini hava skiftandi landsstýrisfólk givið ymisk svar upp á spurningin, hvørt Marknagilsdepilin fór at verða hitaður við varandi orku. Eitt útspæl frá undanfarna landsstýri var, at privat felag skuldi gera eykaíløguna í grøna hitaskipan, og síðan skuldu felagið og landið býta tað, sum fór at vera spart við hesi skipan, í mun til um skúlin varð hitaður við olju. Ikki stendur greitt, hvørt endalig avgerð er tikin um grøna hitaskipan til Marknagilsdepilin. Hinvegin stendur greitt, at landið kann spara fitt av pengum við at gera íløguna í røttu hitaskipanina frá fyrsta degi.
Allir nýggir almennir bygningar eiga at verða bygdir soleiðis, at teir nýta sum minst av orku, og at ljós og hiti í so stóran mun, sum til ber, kunnu koma frá varandi orku. Hetta er ein ábyrgd, sum landsstýrið hevur. Bæði í mun til gjørdar politiskar avtalur um at minka útlátið av CO2 og harvið olju munandi, og í mun til ábyrgdina av at gera Føroyar minni tengdar at oljuni – til gangs fyri verandi og komandi ættarlið.
Hetta er eisini staðfest í samgonguskjalinum har tað stendur at: “Allir almennir nýbygningar skulu hitast við grønari orku, …”
Á Løgtingi 9. november 2015
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna