Lýsing

Barnafamiljur í Klaksvík spara umleið 20.000 kr. komandi ár

– Skattalættin hjá landsstýrinum og skattalættin og barnalættin hjá Klaksvíkar býráð gera samanlagt, at barnafamiljur í Klaksvíkar kommunu við lág- og miðalinntøkum fara at  hava umleið 20.000 kr. meira eftir til egna nýtslu í 2016 enn tey høvdu í 2015.

 

Sum formaður í Trivnaðarnevndini Børn & Ung og sum partur av býráðssamgonguni fegnist eg um,  at tiltøkini, sum bæði býráðssamgongan og landsstýrið seta í verk nú á nýggjárinum, veruliga fara at muna á botnlinjuni hjá barnafamiljunum her í Klaksvíkar kommunu.

Undirritaði hevur fingið útrokningar frá skattaserfrøðingi og býráðsumsitingini, sum vísa tvey dømi um barnafamiljur í Klaksvíkar kommunu, har annar hjúnafelagin vinnur 300.000 kr. og hin 200.000 kr. um árið. Í fyrra døminum hevur familja 3 børn og í tí seinna 2 børn í dagstovnaaldri.

Útrokningarnar, sum verða vísar her á síðuni, geva ta úrslit, at hesar barnafamiljurnar í Klaksvíkar kommunu netto fara at hava umleið 20.000 kr. meira eftir aftan á skatt í 2016, enn tær høvdu í 2015.

skattur klaksvik

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Fult í tráð við politikkin
hjá býráðsmeirilutanum

Heilt frá byrjan í hesum býráðsvalskeiðnum,  sum nú lækkar ímóti endanum, løgdu vit í býráðsmeirilutanum eina miðvísa ætlan, sum vit nú so smátt eru byrjað at síggja góðu úrslitini av.

Vit vildu eitt nú:

·         skapa fíggjarligan tryggleika fyri núverandi og komandi borgarar

·         gjalda skuldina hjá kommununi niður

·         geva skúlabyggingini hægstu raðfesting við at hækka játtanina til skúlabygging

·         geva ein munandi lætta til barnafamiljurnar við at lækka foreldragjaldið

·         økja um vinnuøkini í kommununi

·         byrja eina bussleið fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu

Síðani hava vit í býráðsmeirilutanum sett avrik aftan fyri orð, tí øll omanfyri nevndu mál eru øll gjørd til veruleika – til frama fyri bæði verandi og nýggjar borgarar.

Ein týðandi partur av hesum er lættin til smábarnafamiljur, sum bæði gagnar verandi borgarum og gevur teimum, ið skulu flyta heim, møguleikan at velja Klaksvík, av fíggjarligum orsøkum. Hetta er við at skapa fólkavøkstur og eina sunna kommunu.

At enda vil eg ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

 

Jóhann Lützen, formaður í trivnaðarnevndini børn & ung

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad