Lýsing

Kristina fingið svar uppá fyrispurning

Svar upp á § 52 a fyrispurning nr. 16/2015 frá Kristinu Heðinsdóttir Clementsen, løgtingskvinnu,

Fyrispurningur um fíggjarstøðuna hjá lesandi og lærlingum, settur Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.

 

Fyrispurningurin er soljóðandi:

 

1.      Eru nakrar ítøkiligar ætlanir um at betra um fíggjarstøðuna hjá lesandi og lærlingum?

2.      Er ætlan at hækka studningin hjá fólki undir hægri lesnaði?

3.      Hvussu ætlar landsstýriskvinnan at tryggja sær, at lestrar- og lærlingaíbúðir verða bygdar komandi árini?

 

Svar til 1: Samgongan hevur sett sær fyri at betra um fíggjastøðuna hjá lesandi. M.a. er orðað í fylgiskjal til samgonguskjalið, at fíggjarligu korini hjá lesandi skulu líðandi gerast betur, og bíligir leigubústaðir til ung og barnafamiljur verða bygdir.

 

Lærlingar fáa ikki studning, men løn, sum verður ásett av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og tískil hevur landsstýriskvinnan ikki beinleiðis ávirkan á fíggjarstøðuna hjá lærlingum. Skoytast kann uppí, at samgongan hevur sett sær fyri, at ætlan verður løgd fyri lærlingaøkið, og at nýútbúgvin skulu hava rætt til arbeiðsloysistuðul.

 

Svar til 2: Í tráð við samgonguskjalið, so ætlar sitandi samgonga at hækka studningin hjá fólki undir lesnaði í hesum valskeiði. Ætlanin er at hækka studningin í 2017. Arbeiðið at leggja neyva ætlan fyri, hvussu ætlaða økta játtanin til lesandi skal raðfestast, byrjar í ár.

 

Svar til 3: Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur júst sett arbeiðsbólk at fyrireika eina ætlan, hvussu Fróðskaparsetrið kann útbyggjast og mennast við atliti at lestrarbýlingi (kampus), bústøðum og kørmum annars. 8 mió. kr. eru settar av í fíggjarlógini 2016 til hetta arbeiðið. Innanfyri hesar karmar er eisini hædd tikið fyri fyrireiking av næmingabústøðum.

Fyrireikað verður samstarv við Bústaðir um yvirtøku av verandi næmingabústøðum og víðkan av tilboðum av lestrar- og læringaíbúðum.

 

Vinarliga

 

Rigmor Dam

landsstýriskvinna

Kristina Clementsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad