Lýsing

Ilt eyga vil einki gott síggja

Tað undraði meg og fleiri við mær at lesa grein, sum Gunvá við Keldu, býráðslimur, skrivaði í vikuni, har hon longu í yvirskriftini kemur til tað løgnu niðurstøðu, at skúlabyggingin ikki er byrjað.

Klaksvíkar býráð er í løtuni í ferð við ein søguliga, stóra skúlabygging á Skúlatrøð. Ovari skúlagarður er um at verða liðugur, advokathúsini eru niðurtikin, sjóhitaleiðingarnar eru lagdar ígjøgnum økið, byggiplássið er skipað, jørðarbeiðið er komið væl áleiðis, herundir útgrevsturin fyri skúlan og sunnara partin av skúlagarðinum, eitt stórt hol er grivið ímillum skúlarnar, tøknirúmið til hitaverkið verður eisini gjørt nú. Stutt sagt, er fremjingin av sjálvari byggingini á Skúlatrøð sjónliga farin í gongd.

Henda sjónliga rokan gjørdi, at nevndir og býráð stutt áðrenn ársskiftið viðgjørdu ta avbjóðing, sum byrjaða skúlabyggingin er fyri ferðsluna kring skúlan … men mitt í øllum hesum kemur ein býráðslimur við grein, har boðskapurin er: “Skúlabyggingin ikki byrjað!”

Borgarstjórin kom beinanvegin við einum skilagóðum og greiðum svari, har hann vísti øllum hesum undarliga álopi aftur.

Trivnaðarnevndin Børn & Ung varðar, vegna býráðið, av fólkaskúlanum, og sum nevndarformaður kenni eg tað sum mína skyldu eisini at svara og vísa aftur hesum leysu pástandum frá býráðsliminum.

Ein fólkaræðislig tilgongd
Frágreiðingin til hesa løgnu útmelding fær ikki verið onnur enn tann, at býráðslimurin hevur fingið valfepur og sær av hesi orsøk ikki tað, sum øll onnur síggja, nevniliga at skúlabyggingin á Skúlatrøð er byrjað.

Her mugu vit minnast til, at áðrenn henda søguliga stóra skúlabygging kundi fara í gongd, er eitt ómetaliga týdningarmikið fyrireikingararbeiði gjørt í tøttum samstarvi millum allar avvarðandi myndugleikar og ikki minst í góðum samstarvi við Mentamálaráðið.

Í februar 2014 samtykti býráðið eina tilgongd fram ímóti hesi skúlabygging, og síðani hava vit, í tráð við løgdu ætlanina, arbeitt miðvíst við skúlanum í Klaksvík.

Fyrsta málið var at samtykkja framtíðar bygnaðin fyri fólkaskúlarnar í Klaksvík, har ein breiður meiriluti í býráðnum samtykti, at vit í framtíðini skulu hava ein samanlagdan fólkaskúla í Klaksvík, skipaður í fleiri eindir við hvør sínari námsfrøðiligari leiðslu.

Næsta stigið var at fyrireika byggingina, og eg má siga, at tað var ómetaliga spennandi og læruríkt at vera formaður í byggibólkinum. Limirnir góvu, tóku og spardu seg ikki, og burturúr kom eitt tilmæli, ið einans hevur fingið rósur við á vegnum.

Alt hetta er farið fram í eini fólkaræðisligari og opnari tilgongd við luttøku av skúlaleiðslum, skúlastýrum, læraraumboðum, býráðsumsiting og politiskum umboðum fyri bæði meiriluta og minniluta í býráðnum, samstundis sum fundir og hoyringar hava verið við umboð fyri ymsu fakbólkarnar í skúlanum og við foreldur.

Latið okkum heldur savna enn spjaða og bróta niður
Slíkar tilgongdir krevja hegni, handalag og opinleika av okkum, sum á ymsan hátt varða av hesi stóru og spennandi verkætlan, og ikki minst er tørvur á einum savnandi hugburði, og tað er júst hetta, sum eg tíverri sakni frá býráðsliminum, sum nú í sjálvdrátti brádliga trínur á pallin við ábreiðslum og betrivitan.

Her kann eg hóskandi nevna, at eg hevði tann framíhjárætt seinasta fríggjakvøld at luttaka í einum tiltaki í sambandi við ein stóran samansjóðingardag fyri øll starvsfólkini á Skúlatrøð.  Hugaligt var har at síggja, hvussu jaligan hugburð hesi fólk vístu til ta tilgongd, sum nú er í gongd, hóast tær avbjóðandi og til tíðir truplu umstøður, sum tey mugu virka undir, nú so nógv verður broytt og bygt á teirra dagliga arbeiðsplássi á Skúlatrøð.

Tíðarætlanin er púra greið: Fyrsta byggistig á Skúlatrøð skal standa liðugt til skúlaársbyrjan 2018, sama um býráðslimurin roynir at sáa iva um hetta við sínum illgitandi lesarabrævi, sum bert kann skaða og sáa mistreysti í eini tíð, har vit øll hava tørv á júst tí øvugta.

Sama hvussu Gunvá við Keldu, býráðslimur, roynir at snara hesum, so er skúlabyggingin á Skúlatrøð nú farin ítøkiliga í gongd. Eitt søguligt framstig fyri skúlaskapin í Klaksvíkar kommunu, sum undanfarin býráð ikki hava megnað at framt í verki. Eg eri ræddur fyri, at hetta er orsøkin til, at býráðslimurin ikki megnar at fegnast saman við restini av kommununi, men heldur roynir at leita við lykt eftir feilum.

Latið okkum heldur taka lógvatak og sláa manngarð um okkara børn og ungu, og har er verkætlanin á Skúlatrøð ein týðandi grundarsteinur í tí varða, sum vit eru í ferð við at laða her í Klaksvíkar kommunu, og har vit í felag framtíðartryggja skúlaskapin í fleiri áratíggjur

Jóhan Lützen

Deil hesa grein umvegis
468 ad