Lýsing

Hava fólkapensjonistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

Tað vil Annita á Fríðriksmørk hava at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, tí setir hon munnligan fyrispurning um tað á tingfundinum í morgun

Munnligur fyrispurningur til Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu í almannamálum viðvíkjandi fólkapensjónistum
1.      Hava fólkapensjónistar meira ella minni um hendi nú eftir umleggingina?

 

2.      Á leið hvussu stórur er munurin?

 

Viðmerkingar
Ónøgdin við umleggingina av pensjónini, tá grundarupphæddin lækkaði og útgjaldið úr samhaldsfasta hækkaði, var rímiliga sjónlig áðrenn ársskiftið. Kortini helt samgongan fast, tí vit sóu, at tølini vístu, at serliga teir fólkapensjónistar, sum onga aðra pensjón høvdu, fóru at fáa meira útgoldið eftir umleggingina.

 

Nú er so umleggingin komin á skinnararnar, og fyrsta mánaðargjaldið er farið afturum.
Sjálv havi eg fingið rættiliga postivar afturmeldingar frá fólkapensjónistum, sum siga seg hava fingið meira um hendi nú enn áðrenn umleggingina.
Men eitt er, hvat man hoyrir, annað er, hvørji tølini eru, sum myndugleikarnir sita við. Tí er hesin spurningur settur landsstýriskvinnuni.

 

Á Løgtingi, 9. februar 2016

 

Annita á Fríðriksmørk

 

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad