Lýsing

Skula vit hava ein bátaportal?

Munnligur fyrispurningur til Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum viðvíkjandi einum bátaportali

1.      Hvat heldur landsstýriskvinnan um hugskotið at gera ein bátaportal?

2.      Hvørja ávirkan heldur landsstýriskvinnan, at ein bátaportalur hevði havt á føroyska samfelagið?

Viðmerkingar:
Tað ber til at menna og varðveita tilvitanina um føroyska bátin og ta søgu og tað samfelag, hann umboðar. Hugskotið, sum hevur verið frammi alment, er at byggja ein sokallaðan bátaportal. Bátaportalurin kann savna og seta upp ta vitan, sum er um føroyska bátin, og um tað samfelag og tær broytingar, sum hann hevur fjálgað og tænt í øldir. Bátaportalurin átti at kunnað skipað fyri framsýningum um føroyskt bátasmíð og um søguliga týdningin, báturin hevur havt gjøgnum øldirnar.
Eisini er hugsandi, at bátaportalurin er eitt livandi stað, har man kann koma og síggja handverkið í verki. Síggja fólk smíða bátin. Tað er komið at teimum døgum, at fá enn minnast bátin sum amboð teirra í bygdini fyri at yvirliva. Tí kundi bátaportalurin eisini verið høvi hjá teimum eldru fólkum, sum enn minnast tíðina, og latið hesi greitt frá týdninginum, báturin hevði fyri at yvirliva, og eisini, hvør hóttan lá í bátinum, tá hann í øllum veðri baldist á sjónum.

Hugsandi er eisini, at bátaportalurin rúmar tjóðarítrótti okkara – kappróðrinum – og latið henda verið ein virknan part av húsinum. Hetta kundi man gjørt við at latið kappróðrarfeløg húsast á niðastu hædd. Niðasta hædd átti eisini at rúmað møguleikanum hjá fólki at roynt bátin og farið ein túr við honum. Tí er umráðandi, at hann liggur við sjógvin, so at børn, ferðafólk og onnur kunnu sleppa at flota og kenna sambandið millum sjógv og bát.

Slíkir bátaportalar eru við góðum úrsliti gjørdir aðrastaðni, eitt nú í Hetlandi, Danmark og Noregi. Hugskotið fremur eisini tey ynski, ið hava verið frammi í politisku skipanini um at varðveita føroyska bátin og føroyskt bátasmíð, og tað gongur fleiri av teimum tilmælum á møti, sum vórðu sett fram í álitinum um at skapa føroyskum bátasmíði livilíkindi. Álitið varð latið Føroya landsstýri í 2012.

Hvar bátaportalurin skal vera, og hvussu hann skal byggjast, eiga serkøn fólk at taka støðu til. Umráðandi er bara, at hann er bygdur soleiðis, at hann kann rúma tí virksemi, sum visjónin fyri portalin hevur, og at hann er lætt atkomuligur hjá flestu føroyingum og hjá ferðafólki.

Á Løgtingi, 8. februar 2016

Annita á Fríðriksmørk
– at vit gerast limur í IMO, WTO, UNECO osfr krevur fólk við hægri útbúgvingum
– at tær royndir man har kemur at vinna sær, koma at menna okkara samfelag og seta fólk við hægri útbúgvingum í starv.

Annita á Fríðriksmørk

Deil hesa grein umvegis
468 ad