Skrivligur fyrispurningur til landsstýrismannin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen viðvíkjandi Smyril Line
1. Hvussu stóran part fær almenni eigarin (Føroya landsstýrið og Framtak) burturav vinningsbýtum, sum Smyril Line letur partaeigarunum?
2. Hvussu nógv hava almennu eigararnir ár fyri ár fingið í vinningsbýti frá Smyril Line síðani 2007?
3. Hvussu nógvan pening hevur almenni eigarin (Føroya landsstýri og Framtak) sett í Smyril Line síðani 2007, og hvussu stórur ognarlutur er fingin fyri hesi innskot, herundir stødd á innskoti og ognarluti tilsamans og útgreinað ár fyri ár?
4. Í sambandi við, at Smyril Line aftur varð viðgjørt í Løgtinginum í 2011 hoyrdist, at ein partaeigaraavtala varð gjørd. Varð nøkur partaeigaraavtala gjørd, og varð hon latin Løgtinginum ella Vinnunevndini?
5. Er tað rætt, at ein partur av almenna ognarlutinum (Føroya landsstýri og Framtak) er seldur nýliga ella er í umbúna at verða seldur?
6. Um so er, hvussu stórur partur varð/verður seldur, hvør er søluprísurin, og eftir hvørjum leisti er hann ásettur?
Viðmerkingar:
21. november 2008 bjargaði føroyski skattgjaldarin Smyril Line frá húsagangi, tá ein meiriluti í Løgtinginum – eftir at hava víkt frá øllum tíðarfreistum – samtykti at seta 30 milliónir krónur í reiðaríið.
Grundgevingin fyri at bjarga privatu fyritøkuni var, at høvuðsaktivið hjá reiðarínum, ferðamannskipið Norrøna, fór at verða mist, og tískil metti meirilutin í Løgtinginum, at stór samfelagslig virði vóru í vanda fyri at fara fyri skeyti.
Samstundis, sum Løgtingið samtykti at seta 30 milliónir krónur í reiðaríið, setti almenni grunnurin Framtak 10 milliónir krónur í afturat teimum út við 70 milliónum krónunum, sum grunnurin frammanundan hevði sett í felagið. Í somu atløgu varð eisini eitt ábyrgdarlán á 15 milliónir krónur, sum Framtak hevði veitt Smyril Line, lagt um til partapening. Sostatt var samlaða upphæddin 55 milliónir krónur, sum tað almenna (tað er skattgjaldarin, annaðhvørt beinleiðis ella umvegis Framtak) í november 2008 í bráðskundi sprændi inn í reiðaríið í partapeningi. Og við teimum 70 milliónum krónunum, sum Framtak hevði sett í frammanundan, var samlaða almenna engagementið í felagnum 125 milliónir krónur.
Tá roykurin hevði lagt seg, umsat Vinnumálaráðið umleið 58 prosent av partapeninginum í Smyril Line – 25 prosent av tí, sum Løgtingið setti í beinleiðis vegna føroyska skattgjaldaran, og 33 prosent, sum ognarluturin hjá almenna íløgugrunninum Framtak var gjørdur upp til.
Skipað varð soleiðis fyri, at Vinnumálaráðið fekk avgerðarrættin í mun til nevndarval, eisini vegna Framtak, og kundi soleiðis einsamalt velja meirilutan í nevndini.
Bjargingarátakið hevði eisini við sær, at reiðaríið varð skuldarsanerað við umleið 200 milliónum krónum, og tískil kundi Norrøna aftur loysa frá landi á einum heilt nýggjum og munandi liviligari rakstrargrundarlagi. Tað gav skjótt at býta, og undantikið 2010 hevur Smyril Line síðani bjargingina í 2008 havt støðugt vaksandi roknskaparlig avlop. Í 2013 var avlopið góðar 32 milliónir krónur áðrenn skatt, og í 2014 var tað góðar 36 milliónir krónur áðrenn skatt – hetta árið samtykti aðalfundurin hjá reiðarínum at lata 30 milliónir krónur í vinningsbýti til partaeigararnar.
Kortini var landsstýrismaðurin í vinnumálum í 2011 aftur í Løgtinginum og bað um hjálp til í bráðskundi at styrkja gjaldførið hjá Smyril Line. Framtak skuldi aftur traðka til við 15 milliónum krónum, og privatir íleggjarar koma við øðrum 25 milliónum krónum. Men afturfyri kravdu privatu íleggjararnir, at landið slepti øllum valdinum í felagnum. Eisini til hesa viðgerðina varð víkt frá øllum tíðarfreistum, og tað er óvist, um tingfólk fingu allar upplýsingar í málinum ella neyðugu fyrireikingartíðina til at taka eina skilagóða støðu, men samtyktu kortini hjálparpakkan, tí sagt var, at Norrøna annars varð seld av landinum.
Í vinnunevndarálitinum harmast nevndin um, at hon ikki hevur fingið kunning um ein partaeigarasáttmála, sum skuldi vera gjørdur.
Nú eru søgur farnar at ganga um, at partur av almenna ognarlutinum er seldur ella skal seljast, uttan at Løgtingið yvirhøvur verður spurt eftir, tí hetta fer fram eftir einum partaeigarasáttmála, sum Løgtingið ongantíð varð kunnað um.
Sæð í ljósinum av søguligu gongdini hjá Smyril Line, har Løgtingið undir trýsti hevur latið skattgjaldaran taka ein stóran váða, eigur tað at vera sjálvsagt, at bæði Løgtingið og almenningurin fær fult innlit í viðurskiftini hjá reiðarínum og ikki minni í almenna ognarlutin – tað snýr seg um hansara avkast til landskassan og hansara ávirkan á avgerðir felagsins.
Í sær sjálvum er tað ein stórur prinsipiellur spurningur, um og nær tað almenna skal seta skattgjaldarans pengar í bjargingarpakkar fyri privat feløg, men tá eigur minsta kravið at vera, at tað almenna eisini hevur sín rættvísa lut í ognini og virðisøkingini, tá tað gongur væl.
Á Løgtingi, 11. mars 2016
Ingolf S. Olsen