Lýsing

Sirið svarar uppá fimm fyrispurningar í dag

Á tingfundinum í dag, hevur Sirið Stenberg svara uppá fimm fyrispurningar, teir vóru um  reglur um oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum, um bíðitíð til skurðviðgerð fyri ryggtrupulleikar, um dialysuviðgerð , og um um ættleiðing úr Etiopia

fýra av hesum spurningum eru niðanfyri

 

Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Heðin Mortensen, løgtingsmanni nr. S-15/2015 viðvíkjandi reglum um oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum 

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

Nær fer landsstýriskvinnan at áseta reglur, sum tryggja at oljutangar hjá fyritøkum og privatum húsarhaldum verða skiftir vegna aldur fyri at forða ógvusligari dálking í nærumhvørvinum?

 

Svar:

Fyrst er at siga, at oljutangarnir hjá størri virkjum og fyritøkum koma undir reglurnar hjá Brunaeftirlitinum, sum liggur undir málsøkjunum hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum.

Størsta avbjóðingin er við sethúsaoljutangunum, tá hesir fara at leka og verða atvoldin til dálkað undirlendi við øllum, sum tað hevur við sær; dálkaðari mold, steinseting og urtagørðum, og viðhvørt dálkaðar ári og dálkaðan sjógv.

Sambært Umhvørvisstovuni eru umleið 5000 av umleið 18000 sethúsaoljutangum eldri enn 20 ár. Tað vil siga , at umleið ein triðingur eru eldri enn 20 ár. Metingin byggir Umhvørvisstovan á upplýsingar, sum vóru fingnir til vega við Manntal. Skilagott hevði verið at fingið gjørt eina ætlan og sett krøv, soleiðis at sethúsaoljutangar verða skiftir út eftir eini ætlan, so umhvørvisavleiðingarnar verða fyribyrgdar.

Arbeitt hevur áður verið við at gera uppskot til kunngerð á økinum, men enn er ikki komið á mál. Her kundi eg hugsað mær at hugt aftur eftir tí arbeiði, sum er gjørt. Um politisk undirtøka er fyri tí arbeiðinum, kann roknast við, at tað longu  í 2017 verða sett  krøv til sethúsaoljutangar, bæði teir niðurgrivnu, útitangar og innitangar. Eisini verða onnur krøv ásett, fyri at betra um trygdina og fyri at fyribyrgja dálking í nærumhvørvinum.

Tað mest kostnaðarmikla kravið verður, at eldri oljutangar skulu skiftast út. Tí má ein rímilig skiftistíð eisini ásetast tvørtur um eitt ávíst áramál.

Somuleiðis má kannast, um tað politiskt verður mett neyðugt at gera eina skipan við ávísum fíggjarligum stuðli í sambandi við oljutangaskiftið. Hinvegin kann sigast, at fíggjarligi smeiturin av ikki at skifta oljutangan kann gerast stórur, serliga um tryggingin ikki tekur við, tí oljutangin er tærdur ella illa farin vegna aldur.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 30. mars 2016

 

Sirið Stenberg

landsstýrismaður

 

Svar uppá fyrispurning nr. 36/2015 eftir § 52a í tingskipanini um bíðitíð til skurðviðgerð fyri ryggtrupulleikar frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni

 

Spurningurin var soljóðandi:

 

1.      Hvussu long er miðal bíðitíðin at fáa skurðviðgerð fyri diskusprolaps ella líknandi ryggtrupuleika?

 

2.      Hvussu nógvir føroyingar verða árliga skurðviðgjørdir fyri nevndu ryggtrupul­leikar?

 

3.      Hvussu nógvir av hesum verða árliga sendir til Danmarkar at skurðviðgerast?

 

4.      Verða hesir sendir til Ríkissjúkrahúsið til viðgerðar ella onnur sjúkrahús?

 

5.      Hvussu nógvir føroyingar árliga verða skurðviðgjørdir á privatsjúkrahúsum, og er talan um samstarv við eitt ella fleiri?

 

6.      Um bíðitíðin til skurðviðgerð gerst so long, at sjúklingar velja sjálvir at søkja sær hjálp á donskum privatsjúkrahúsi, kunnu hesir so fáa útreiðslurnar endurgoldnar samsvarandi kostnaðinum fyri almenna viðgerð?

 

7.      Um ikki, hví?

 

Svar:

 

Til nr. 1

Bíðitíðin er sjálvandi tengd at eini heilsufakligari meting av, hvussu akutt viðgerðin er. Er talan um akutta viðgerð, er ongin bíðitíð. Miðalbíðitíðin til ryggskurðviðgerðir, sum ikki eru akuttar, er umleið 2-4 vikur.

 

Tá ið talan er um størri skurðviðgerðir, er bíðitíðin í dag umleið 2 vikur. Hesar skurðviðgerðir verða framdar á Ríkissjúkrahúsinum/Glostrup, sum eru løgd saman, og har m.a. ryggskurðviðgerðir í fjør blivu fluttar til Glostrup. Áðrenn skurðviðgerðirnar blivu fluttar til Glostrup, var bíðitíðin munandi longri.

 

Til nr. 2

Í fjør blivu tilsamans 57 føroyingar ryggskurðviðgjørdir. Av hesum blivu 17 skurðviðgerðir framdar á Landssjúkrahúsinum, har ein útlendskur ryggkirurgur arbeiðir eina viku um mánaðin, og 40 skurðviðgerðir í Danmark. Tað blivu 28 føroyingar ávístir og skurðviðgjørdir á privatsjúkrahúsinum Center for Ryg, og 12 á Ríkissjúkrahúsinum/Glostrup.

 

Til nr. 3

Í 2015 blivu 70 sjúklingar sendir til Danmarkar til metingar og skurðviðgerð. Av hesum blivu sum áður nevnt 40 skurðviðgjørdir.

Til hetta er at siga, at skurðviðgerð verður ikki altíð mett at vera rætta loysnin. Rákið er heldur hinvegin soleiðis, at aðrar loysnir verða royndar fyrst, sum møguliga kunnu fyribyrgja skurðviðgerð.

 

Tað er eisini í hesum sambandi, at Ryggambulatoriið er sett á stovn á Klaksvíkar sjúkrahúsi – og sum verður rikið í samstarvi við serlækna og ryggjatoymi frá Hjørring sjúkrahús. Ambulatoiið hevur virkað í nøkur ár, har ryggjasjúklingar koma í viðtalu. Hugsanin við viðtaluni er at fyribyrgja skurðviðgerð í rygginum – í staðin verður roynt at loysa ryggtrupulleikarnar við venjing og heilivági – og har skurðviðgerð er síðsti útvegur.

 

Til nr. 4

Tað blivu í 2015, 20 sjúklingar sendir til Ríkissjúkrahús/Glostrup, harav 12 blivu skurðviðgjørdir. Sama ár blivu 50 sjúklingar sendir til privatsjúkrahúsið Center for Ryg, harav 28 blivu skurðviðgjørdir.

 

Til nr. 5

Av teimum sum blivu ávístir av føroyska sjúkrahúsverkinum í fjør, blivu sum áður nevnt 28 sjúklingar skurðviðgjørdir á privatsjúkrahúsi. Talan er um Center for Ryg, sum føroyska sjúkrahúsverkið hevur avtalu við.

 

Til nr. 6 og 7

 

Føroyska sjúkrahúsverkið hevur einans heimild at gjalda fyri viðgerðir uttanlands, har yvirlækni í føroyska sjúkrahúsverkinum hevur ávíst sjúklingin og kautionerað fyri viðgerðina. Yvirlæknar kunnu eisini einans ávísa til viðgerðarstøð, sum sjúkrahúsverkið hevur avtalu við, ella søkja Visitatiónsnevndina um loyvi at ávísa til støð, har eingin avtala fyriliggur. Tískil ber ikki til at geva endurgjald fyri viðgerðir, sum sjúklingurin sjálvur útvegar sær.

 

Orsøkin til hesa skipan er, at sjúkrahúsverkið má tryggja sær, at tað eru skipaði viðurskifti innan økið – eisini játtanarliga – og at tær viðgerðir, sum tað almenna keypir uttanlands, hava eina ávísa góðsku.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 11. apríl 2016

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

 

Svar uppá fyrispurning nr. 37/2015 eftir § 52a í tingskipanini um dialysuviðgerð frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni

 

Spurningurin var soljóðandi:

 

1.      Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði bøtt um likamligu- og sálarligu heilsu­støðuna hjá nýrasjúklingum, um lívsneyðuga afturvendandi hemodialysuviðgerðin fekst so nær heiminum hjá sjúklingunum, sum gjørligt?

 

2.      Hvat heldur landsstýrismaðurin um sonevndar satelitskipanir, sum verða nýttar í sambandi við hemodialysuviðgerð í okkara grannalondum, til tess at stytta um tíðarkrevjandi ferðing hjá nýrasjúklingum  millum heim og viðgerðarstað?

 

3.      Heldur landsstýrismaðurin, at tað hevði verið skilagott at skipa líknandi hemo­dialysuviðgerð eitt nú á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

 

4.      Verður arbeitt við at skipa hemodialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

 

5.      Um svarað verður játtandi í spurningi 4, nær kann so roknast við, at fyrstu sjúklingarnir kunnu fáa viðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?

 

6.      Verður arbeitt við at skipa hemodialysu aðrastaðni í landinum eitt nú í Suðuroy?

 

Svar:

 

Til nr. 1

Tað kemur sjálvandi at verða ein stórur lætti hjá nýrasjúklingum, um hemodialysuviðgerðin verður givin so nær heiminum hjá sjúklingunum, sum gjørligt. Hvussu tað ávirkar likamligu og sálarligu heilsu­støðuna hjá nýrasjúklingum kann verða torført at meta um, men tað er væl hugsandi, at tað hevur eina jaliga ávirkan.

 

Til nr. 2

Sonevndar satelittskipanir kunnu lætta nógv um hjá sjúklingum, tí nógv tíð verður spard til ferðing millum heim og viðgerðarstað. Heilsufaklig atlit skulu sjálvandi takast, áðrenn tílíkar skipanir verða settar í verk.

 

Til nr. 3

Eg meti, at tað er skilagott um tað heilsufakliga verður mett at verða forsvarligt at seta í verk  hemodialysu á eitt nú Klaksvíkar sjúkrahúsi.

 

Til nr. 4

Undanfarni landsstýrismaður hevði ætlanir um at seta í verk hemodialysuviðgerð á Klaksvíkar sjúkrahúsi, og tað varð eisini gjørt eitt ávíst greiningararbeiði í hesum sambandi. Í hesum sambandi bleiv málið eisini lagt til Landslæknan, fyri at fáa eina heilsufakliga meting av at seta eina tílíka skipan í verk í Klaksvík. Sambært Landslæknanum kundi ein satelittskipan í Klaksvík verða sett í verk “…for ukomplicerede dialysepatienter, dvs. patientgrupper, der som udgangspunkt er egnede til hjemmedialyse”. Hetta var tó treytað av, at visitering, faklig ábyrgd og leiðsluábyrgd var á Dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum og undir ábyrgd av avvarðandi serlækna fyri økið.

 

Tá ið metingin hjá Landslæknanum var tøk síðsta summar og eftirfylgjandi varð viðgjørd millum partarnar, vísti tað seg, at talan bert var um ein sjúkling í Norðoyggjum, sum var egnaður til heimadialysu, og hann hevði longu fingið bjóðað at fáa dialysumaskinu heima. Samstundis gjørdi leiðslan á Landssjúkrahúsinum av, saman við avvarðandi serlækna fyri økið, at sjúkrahúsið ikki kundi taka ábyrgd fyri eini satelittfunktión á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Soleiðis vóru fortreytirnar og grundarlagið stórt sæð burtur, fyri at seta í verk eina tílíka skipan í Klaksvík.

 

Dialysuøkið verður eins og onnur økið ment bæði fakliga og tøkniliga. Tað verður sjálvandi fylgt við, hvat hendir í okkara grannalondum. Broytast fortreytirnar og grundarlagið, er landsstýriskvinnan fús at taka málið upp aftur við avvarðandi partar, fyri at finna loysnir, har viðgerðin kann veitast í nærumhvørvinum.

 

Til nr. 6

Nei, tað verður í løtuni ikki arbeitt við at seta í verk skipan við hemodialysu í Suðuroy ella aðrastaðni í landinum.

 

Heilsu- og innlendismálaráðið, 11. apríl 2016

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

 

Svar upp á fyrispurning nr. 38/2015 eftir § 52a í tingskipanini um ættleiðing úr Etiopia frá Anniku Olsen, løgtingsmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Spurningurin var soljóðandi:

 

1.      Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera, nú Danmark hevur steðgað ættleiðing úr Etiopia?
2.      Hvat kann gerast fyri at hjálpa teimum føroysku familjunum, ið eru komnar í trupulleikar orsakað av hesum?

Svar:

Til nr. 1:

Løgtingið hevur sambært heimastýrislógini lóggávuvaldið í yvirtiknum málum. Ættleiðingarmál eru framvegis felagsmál. Tað er tí Fólkatingið, sum hevur lóggávuvaldið á økinum, og tað er danski ráðharrin, ið tekur avgerðir á økinum. Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum hevur sostatt ikki heimild at gera broytingar á økinum.

 

Tá ið málsøkið persóns-, familju- og arvarættur verður yvirtikið, fáa føroyskir myndugleikar, sambært § 3 í løgtingslóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka, lóggávuvaldið og útinnandi valdið á økinum.

 

Tá ið málsøkið persóns-, familju- og arvarættur verður yvirtikið, kann landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum tilevna føroyska lóggávu á økinum, sum er lagað eftir føroyskum viðurskiftum og seta fleiri tiltøk í verk.

 

Uppskot til løgtingslóg um yvirtøku av málsøkinum verður væntandi lagt fyri Løgtingið komandi tingsetu, og málsøkið verður væntandi yvirtikið í 2018.

 

Til nr. 2:

 

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum harmast um íkomnu støðuna. Landsstýriskvinnan vil í samráð við avvarðandi partar fáa lýst, hvat kann gerast, fyri at hjálpa teimum raktu familjunum.

 

Í sambandi við, at danski ráðharrin hevur steðgað allari ættleiðing úr Etiopia, hevur Heilsu- og innlendismálaráðið umvegis Ríkisumboðið fingið upplýst, at danska ættleiðingarfelagið, Danish International adoption (DIA), hevur niðurlagt allar bíðilistar fyri at tryggja, at teir umsøkjarar, ið ávirkast av hesum, fáa nøktandi ráðgeving og tilboð um samrøður, har tey eisini fáa tilboð um at koma á ein annan bíðilista.

 

Umboð fyri DIA hava verið í Føroyum, fyri at tosa við tær føroysku familjurnar, ið eru ávirkaðar av hesum.

 

Danski ráðharrin hevur upplýst, at miðað verður eftir, at endalig støða verður tikin 1. mai 2016 viðvíkjandi teimum, ið ynskja at koma á ein annan bíðilista.

 

DIA hevur upplýst, at útgangsstøði verður tikið í, hvussu leingi umsøkjarin hevur staðið á bíðilista, tá ið viðkomandi skal setast á ein nýggjan bíðilista.

 

DIA hevur somuleiðis upplýst, at tey, sum hava staðið á bíðilista til at ættleiða úr Etiopia, fáa 30 % av tí, sum tey hava goldið í sambandi við málsviðgerðini, tó í mesta lagið 30.250 kr. umframt tilmeldingargjaldið á 5.000 kr. við sær, tá ið tey verða flutt á ein annan bíðilista.

 

Ættleiðingarfelagið hevur biðið um fund við landsstýriskvinnuna í heilsu- og innlendismálum, har ætlanin er at umrøða, hvat kann gerast, fyri at hjálpa teimum føroysku familjunum, ið ávirkast av hesum.

 

Landsstýriskvinnan er sinnað at kanna, um tað er møgulig at hjálpa upp á aðrar mátar, hóast økið enn ikki er yvirtikið.

 

Sirið Stenberg

landsstýriskvinna

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad