Annita á Fríðriksmørk setur Kristinu Háfoss § 52a fyrispurning um rentustuðul
1. Kann landsstýriskvinnan vísa á nøkur vanlig dømi, hvussu nógvan rentustuðul
sethúsaánarar fáa, frá tí tey keypa, til húsini eru útgoldin? Talan kann t.d vera um dømi,
har núverandi rentustuðul og núverandi sethúsarenta eru brúkt sum grundarlag.
2. Hvat heldur landsstýriskvinnan um hendan miss, sum nøkur av sethúsaánarum okkara eru
í?
3. Er tað í lagi, at tænastumenn, sum eru áløgd at búgva í tænastumannaíbúðum, ikki hava
rætt til rentustuðul av teimum húsum, tey eiga?
Viðmerkingar:
Løgtingslóg um stuðul til rentuútreiðslur av lánum ásetir m.a kravið um, at viðkomandi, sum fær
rentustuðulin, hevur sethúsalán og er búsitandi í sethúsunum.
Í lógini stendur, at rentustuðul verður veittur fyri matrikulnummarið ávíkavist bústaðaeindina, har
viðkomandi verður hildin at búgva. Tað vil sambært grein 2, stk 3 í lógini, siga, at tað er “…tann
bústaður, sum viðkomandi persónliga og fíggjarliga er mest knýttur at (miðdepilin í
lívsáhugamálunum).“
Hetta er skilagott, tá hugsað verður um lógina generelt. Hinvegin eru nøkur í føroyska
samfelagnum, sum ikki sleppa at hava fastan bústað í egnum húsum. Hóast tey óbeinleiðis eru
noydd at eiga egin hús. Talan er t.d. um nakrar av prestum okkara, læknum o.ø. tænastumonnum.
Hesi skulu sambært lóg búgva í tænastumannaíbúðum, sum hoyrir til embætið, men hetta eru
íbúðir, sum hesir somu tænastumenn onki eiga í. Hesir skulu tó rinda leigu fyri almennu
leiguíbúðina; men hava ikki rætt til rentustuðul fyri síni egnu hús – tí tey búgva ikki í teimum..
Ein kann so spyrja um tey, sum við lóg eru kravd at búgva til leigu hjá tí almenna, nýtast at eiga
egin hús. Til hetta er at siga, at eigur ein tænastumaður ikki egin hús, stendur hann á berum, tá ið
hann fer úr starvi sum tænastumaður.
Prestar o.o, sum eru áløgd at búgva í øðrum húsum enn sínum egnu, hava tí nógv tyngri lánsbyrðu
av sethúsum sínum, enn onnur fólk hava. Húsaprísurin er stýrdur av marknaðinum; og rentustuðul,
sum tey flestu hava rætt til, sum keypa sethús, er við í prísásetingini. Her eru umtalaðu
tænastumenn við skerdan lut. Tey mugu kappast um húsakeyp, uttan at hava rætt til rentustuðul,
við fólk, sum hava rætt til stuðulin.
Fyri at fáa eina fatan av, hvussu nógv dýrari hús hjá hesum tænastufólkum eru, ynskir spyrjarin, at
fáa at vita, hvussu nógvan rentustuðul vanligir sethúsaánarar fáa:
Á Løgtingi, 17. juni 2016
Annita á Fríðriksmørk