Lýsing

Bjørt spyr um verju av viðbreknum náttúruøkjum í sambandi við taðing

§52a spurningur settur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum

–          Metir landsstýriskvinnan, at kunngerðin um taðing røkkur endamálinum at tryggja “at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum”?

–          Hvussu verður tryggjað, at taðað verður soleiðis, at tað ikki ger skaða á viðbrekin náttúruøki, fuglalív ella sjáldsamar plantur ella lekur í drekkivatn, áir og vøtn?

–          Á hvønn hátt verður tryggjað, at taðað ikki verður tá lendið er fryst ella kavi liggur, so jørðin ikki fær tikið ímóti taðingini?

–          Er landsstýriskvinnan samd við fakfólki sum meta, at tað taðing við eitt nú fiskasúrløgu kann fara illa við viðbreknum lendi, og gera seg inn á lívfrøðiliga margfeldni í økinum, har sprænt verður?

–          Verður §9, stk 5, sum gevur umhvørvismyndugleikanum heimild at verja serliga viðkvom náttúruøkir, eitt nú fuglabøli, lyngheiðar o.tíl., fylgd? Í hvørjum føri er hon nýtt?

–          Hava allar kommunurnar neyðuga fakliga kunnleikan til at meta um viðbrekin náttúruøki, so undantaksloyvi verða givin á nóg dyggum grundarlagi?

–          Metir landsstýriskvinnan tað vera nøktandi, at eingin skipað meting ella eftirlit er við, at kunngerðin verður hildin?

–          Ætlar landstýriskvinnan at tryggja, at viðbrekin øki fyri plantur og fugl verða eyðmerkt og vard, so slíkt lendi ikki fær varandi mein av óhepnari taðing?

 

Viðmerkingar

Í 2012 varð kunngerð um taðing sett í gildi, hvørs endamál m.a. er “at tryggja, at taðing ikki elvir til dálking av umhvørvinum, heilsuvanda ella ampa í nærumhvørvinum.

Endamálið er, at taðað verður á slíkan hátt, at náttúran ikki verður dálkað og skaði ikki gjørdur á viðbreking náttúruøki – lendi, vøtn og áir. Men, at tøðini verða nýtt sum tilfeingi at bøta um lendið. Sambært kunngerðini er loyvt at taða innan- og uttangarðs frá 15.mars til 15.oktobur, niðanfyri 250 metra hædd. Kommunurnar geva loyvi og hava eftirlit við taðingini. Tær kunnu geva undantøk, og verður tað javnan gjørt.

Herfyri úttalaði Umhvørvisstovan seg á in.fo og segði, at tey ikki vistu, í hvønn mun taðingarkunngerðin, verður fylgd men mettu, at tað gongur spakuliga rætta vegin.

Javnan síggjast spor eftir óhepnari taðing í náttúruni – eitt nú restir av fiskasúrløgu á kavafonnum, mykju á frystari jørð ella alt ov nær vøtnum og áum. Kringvarpið vísti í vár myndir av óhepnari taðing, ið tyktust vera greið brot á taðingarkunngerðina og endamálið við henni. Onnur hava víst á at hetta í fleiri førum snýr seg um bíliga burturbeining av lívrunnum burturkasti, heldur enn góðsking av lendinum. Og at fyrilitarleys taðingin kann gera óbótaligan skaða á viðbrekin náttúruøki.

Tórshavn 23.juni 2016

Bjørt Samuelsen

løgtingskvinna

Bjørt Samuelsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad