Røða hjá Katrin Kallsberg – viðgerð av ólavsøkurøðu løgmans 2016
Harra formaður
Løgmaður vísir í røðuni og ískoytispartinum á góðu gongdina í Føroyum, men vísir eisini á at tað er neyðugt at sýna varsemi, og nú, í góðum tíðum, at byrgja upp fyri lakari tíðum.
Undir undanfarnu samgongu var eitt sera áhugavert og gott arbeiði gjørt at greina avbjóðingarnar við fráflytingini. Heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur gevur nógv góð boð til hvussu vit kunnu venda gongdini. Eitt av átøkunum tilmæld vera er betri og longri barsil, við øktari pápakvotu. Mín vón er at bæði núverandi og undanfarna samgonga fara at vera jaliga sinnaðar, tá fráboðaða aðalorðaskiftið um javnstøðu verður.
Løgmaður nemur í røðuni við at skeiva aldurs- og kynssamansetingin framvegis er størsta avbjóðingin. Hóast vit í Føroyum hava sera raskar kvinnur, eru tær enn ov fáar. Tí hóast raskastar av norðurlendskum (fyri ikki at siga europeiskum) kvinnum at eiga børn, er talið av kvinnum í burðarførum aldri í Føroyum ov lágt til at økja munandi um burðaravlopið.
Gleðiligt at løgmaður vísir á at ’Javnstøða snýr seg um frælsi og ábyrgd hjá bæði kvinnum og monnum’…
Vit hava tó enn sera langt á mál her… Av serligum avbjóðingum her kann eg nevna: munurin á lívstíðarinntøku millum kynini. Fyri fáum árum síðani var staðfest at miðinntøkan hjá einum 40 ára gomlum manni eftir skatt var hægri enn miðinntøkan hjá eini 40 ára gamlari kvinnu áðrenn skatt. Ein tílíkur ójavni í inntøku kann økja um ójavnan millum kynini inn í ellisár.
Eisini er vert at hugsa um hvussu lítlan part av samlaðu barnsburðarfarloyvistíðini føroyskir menn taka. Vit vita jú frá grannalondum okkara, at menn har taka júst tann partin, sum er markaður pápunum! So vónin er at eitt longt barnsburðarfarloyviskeið tekur hædd fyri hesum
Fleiri úr andstøðuni (ongin nevndur, ongin gloymdur) hava spurt um hvar Palleba og Marsanna eru í røðuni. Hesi somu hava, tá heilsunýskipanin hevur verið nevnd, fyri tað mesta tosað um leiðslur! Um hetta var við ella ikki í arbeiðssetninginum. Um hvør segði hvat, hvar?
Álvaratos…
Hetta snýr seg um at geva tær og mær, Palleba og Marsannu eitt nøktandi heilsutilboð!
Hetta er ikki ein spurningur um bygd ella bý!
Hetta snýr seg snøgt sagt um at geva best møguliga heilsutilboðið til okkum øll.
Ikki bara til Palleba í Havn ella Marsannu í Klaksvík, men eisini til Gunnar á Norðhavinum og Mariannu umboð á Norrønu…
Vit hava kanska lyndi til at gloyma alstóra týðningin okkara tilbúgving bæði á sjógvi og landi hevur í at tryggja øllum borgarum atgongd til ta hjálp teimum tørva.
Heilsunýskipanin snýr seg um hvussu vit sum land tryggja okkara borgarum (og teimum sum vitja her) best møguliga heilsutilboð.
Tað snýr seg um sjúklingin!
Latið okkum ikki gloyma, hvønn heilsuverkið er fyri, í berum keglarí.
Sjúkrahúsverkið hevur sera stórar avbjóðingar fyri framman.
Skulu vit veita eina munagóða heilsutænastu til sjúklingin eru karmarnir sjálvandi av týðningi.. Umbygging hevur verið á øllum trimum sjúkrahúsunum seinnu árini, og ein nýbygging er byrjað á LS, sum fer at geva sjúklingum við tilknýti til psykiatrisku deild munandi betri karmar.
Tað hevur i fleiri ár verið sera trupult at manna serlæknastørvini, og avbjóðingin er ikki minni í dag. Eisini sergreinir innan sjúkrarøktarfrøði hava avbjóðingar, her kann nevnast anæstesisjúkrarøktarfrøðingar. Vælútbúgvin starvsfólk eru ein sjálvsøgd fyritreyt fyri at bjóða eina nøktandi heilsutænastu til sjúklingin.
Sjúkrahúsverkið er fyri sjúklingar ella fólk, ið hava tørv á heilsutænastum. Lat okkum halda fokus á kjarnuøkinum í sjúkrahúsverkinum, at diagnostisera og viðgera sjúklingar.
Eg havi saknað meiri fokus á tey sjúku. Sannlíkt er at vit, hóast heilsubetri lívsstíl og fyribyrging, framhaldandi fara at hava fólk, sum gerast sjúk. Lat okkum brúka orku uppá at hjálpa og lætta um hjá teimum. Tað at gerast sjúk/sjúkur kann vera ein sera torfør støða. At fáa staðfest krabbamein setur nógvar tankar í gongd hjá teimum flestu. Hjá okkum føroyingum eru ofta eisini aðrar avbjóðingar enn sjálv sjúkan, tí ofta er neyðugt at partar av viðgerðini ella øll viðgerðin gongur fyri seg í øðrum landi. Her eru sjálvsagt stórar avbjóðingar fyri hvønn einstakan sjúkling og familjuna.
Lat okkum gera tað minni trupult hjá hvørjum einstøkum krabbameinsjúklingi at fáa viðgerð. Lat okkum bjóða so stóran part av viðgerðini sum til ber her heima, so sleppast kann undan óneyðugum flogferðum til kemoterapiviðgerð. Ein tilgongd er byrjað at bjóða so stóran part av eftirlitunum sum til ber her í Føroyum.
Sjálvandi skulu krabbameinssjúklingar í Føroyum hava (minst) eins góða viðgerð, sum sjúklingar í londunum rundan um okkum. Lat ongan iva vera um tað. Tí koma framyvir ein stórur partur av skurðviðgerðunum fyri krabba at verða gjørdar í øðrum londum. Men við at fáa so stóran part av eftirviðgerðunum og eftirlitunum til Føroya, kunnu vit betra munandi um lívsgóðskuna hjá tí sjúka.
Ein av týðningarmestu vælferðartænastunum í okkara samfelagi er sjúkrahúsverkið. Tryggleikin at vita at vit fáa munagóða heilsuhjálp, tá vit gerast sjúk hevur ómetaligan stóran týðning.
Løgmaður kemur í røðuni inn á nógv onur áhugaverd evni og eg havi hug at nevna onkur teirra:
’Broytingin í revsilógini um kynslig brotsverk’: sera jaligt at reglurnar um neyðtøku vera broyttar. Tað at reglurnar verða víðkaðar, so at neyðtøka eisini fevnir um annan ólógligan tvingsil, misnýtslu av persóni í hjálparleysum tilstandi ella støðu og samlegu við børn undir 12 ár. Og at ásetingin um ólógligan tvingsil, misnýtslu av sálarsjúkum og onnur grov misnýtsla verða víðkað til eisini at fevna um brot framt í hjúnalagi. Eisini gott at ættleiðing og lívfrøðiligur skyldskapur verða javnsett við blóðskemd.
Tað er gleðiligt at ein integratiónspolitikkur verður orðaður. Tey yvir 1300 fólkini av øðrum uppruna, ið búgva í Føroyum eru av stórum týðningi fyri okkum. Tað er okkara ábyrgd at skapa karmar fyri at tey kunnu læra føroyskt. Málið er ein fortreyt fyri at tey kunnu integrerast í føroyska samfelagið, og vónandi koma at trívast.
Løglistin nevnir ’uppskot til løgtingslóg um etiskt ráð’
Endamálið er at seta á stovn eitt etiskt ráð, sum í høvuðsheitum skal ráðgeva Løgtinginum og heilsumyndugleikum í etiskum spurningum. Eisini skal ráðið vera við at fáa kjak í lag um ma ílegugransking og ílegutøkni, ið er viðkomandi fyri fólk her á landi.
Tað er ongin loyna, at eg haldi hetta vera sera tiltrongt. Tí vit liva í eini tíð, har tøknin mennist skjótari enn vit geva okkum far um. Vit eiga at kjakast um hesi evni, tosa um hvørja nýggja tøkni vit ynskja at nýta, og til hvat. Heldur enn at lata tøknina stýra okkum, eiga vit at stýra hvussu vit velja at nýta tøknina, um vit velja at nýta hana…
Kjakið um etiskt ráð er ikki nýtt, Karsten Hansen arbeiddi við málinum, tá hann sat í heilsumálaráðnum, men mín vón er at eitt etiskt ráð verður stovnsett hesuferð.
Løglistin hevur nóg sera áhugaverd uppskot, sum so ella so kunnu vera við at flyta samfelagið fram á leið.
Eg fegnist um uppskotini um tænstulóg, sum fer at savna allar reglur og rættindi hjá fólki við breki. Og uppskotið um at nútímansgera Eirargarð 14/16. Eg var í tí hepnu støðu, at eg í seinnu helvt av 80-unum arbeiddi har um í summarfrítíðinunum tá bygningurin var nýggjur. Í dag er bygningurin sera niðurslitin og treingir til stórar ábøtur, so tað er sera gleðiligt at búfólkini langt um leingi fáa betri tíðarhóskandi karmar.
Av uppskotum frá mentamálaráðnum kann eg ikki lata vera við at frøast um at ætlanin, er at betra um viðurskiftini hjá yrkislistafólki .
At enda vil eg venda aftur til menningarætlanina fyri heilsuverkið: Av teimum 25 tilmælunum, sum menningarætlanin fyri sjúkrahúsverkið kom við, er tað serliga tað eina, sum hevur fingið umrøðu. Mín vón er at vit klára at fyrihalda okkum til hini 24 tilmælini eisini. Tað skylda vit teimum nógvu starvsfólkunum í føroyska heilsuverkinum, sum hava lagt nógva tíð og stóra orku í at luttaka í serfrøðingabólkinum. Vit skylda okkum sjálvum og føroysku sjúklingunum best møguliga heilsutilboð í Føroyum.
So vit eiga at leggja keglið um leiðslur og arbeiðsetning til viks, bretta upp um ermar og fara til arbeiðis.
Eg taki undir við løgmanni tá hann sigur ’Latið okkum seta Føroyar og føroyingin fremst, ikki taktikk og prestisju’
Takk fyri