Áseting av fiskidøgum framsøgurøða hjá Ingolf S. Olsen
Harra formaður
Til viðgerð er ásetingin av fiskidøgunum fyri næsta fiskiár, sum byrjar 1. september.
Eftir uppskotinum skal bólkur 2, tað er trolarar, sleppa at fiska sama dagatal næsta fiskiár sum verandi fiskiár, meðan dagatalið hjá hinum bólkunum í meðal verður skorið 15 prosent.
Tað er tann størsti einstaki niðurskurðurin, ið nakrantíð er framdur, men hann er eisini alneyðugur.
Og tó at 15 prosent kann tykjast ógvusligt, so er tað kortini fyri øll uttan nøkur av línuskipinunum bara talan um luft, sum verður tikin úr skipanini.
Flestu skip og bátar kunnu næsta fiskiár fiska í eins nógvar ella fleiri dagar, enn tey í veruleikanum hava gjørt hetta fiskiárið, tí tillutaða talið hevur verið væl størri, enn tey hava megnað at brúka sjálvi.
Men fyri línuskipini, sum verða harðast rakt – tað eru tey, sum veruliga hava brúkt sínar fiskidagar – kann tað kortini tykjast órættvíst, at júst tey eru pilkað úr rúgvuni sum tey, ið mugu skerjast mest fyri at vit í politisku skipani kanska kunnu pynta eitt sindur upp á samvitskuna.
Eg sigi pynta upp á samvitskuna, tí í mun til syndarligu støðuna, sum gýtingarstovnarnir av toski og hýsu eru í, er 15 prosent niðurskurðurin lítil, ja nærum súmbolskur, samanborið við tað, sum serfrøðin, tað er Havstovan, mælir til. Havstovan mælir til at taka allar teir óbrúktu dagarnar hjá bólkunum 3, 4 og 5 úr skipinani umframt helvtina av teimum brúktu døgunum.
Gýtingarstovnarnir hjá bæði toski og hýsu eru nevniliga niðanfyri minstamarkið fyri, hvussu smáir teir kunnu verða. Tað er serliga húkaflotin, sum troytir hesar stovnarnar, og tí er tað, at línuskipini eru tey, ið merkja niðurskurðin í fiskidagatalinum.
Missurin hjá teimum fáu línuskipunum, ið missa, er eisini sera lítil í mun til tað, tey høvdu av døgum í fjør, og tey eru eisini priviligerað við rættindum aðrastaðni, til dømis á Flemish Cap, sum hevur verið eitt gott ískoyti seinastu árini.
“Bara” at skerja dagatalið hjá teimum, sum primert fiska tosk og hýsu við netto 15 prosentum kann tó verjast við, at tað verður gjørt sum fyrsti liður í einari umsitingarætlan fyri tosk, hýsu og upsa, sum landsstýrismaðurin eisini leggur lunnar undir við uppskotinum um fiskidagar í ár.
Sostatt tekur hann fram aftur umsitingarætlanina, sum var á borðinum hjá sonevndu makrelsamgonguni í 2011, stutta tíðarskeiðið, ið Sambandsflokkurin tá umsat fiskivinnumál. Síðani bleiv tó ikki meira gjørt við hesa ætlan.
Við umsitingarætlanini er málið at fáa ásett eina sonevnda veiðireglu fyri hvørt fiskaslagið, sum tryggjar, at vit við tíðini hvørt ár fara at fiska júst ta nøgd úr hvørjum stovni, ið gevur bestu, varandi úrtøkuna.
Eftir uppskotinum hjá landsstýrismanninum skulu vit røkka málinum um langtíðar-veiðireglur fyri tosk, hýsu og upsa í seinasta lagi um trý ár, í 2019.
Tað er greitt, at tess linari átøkini eru einastaðni í tilgongdini, tess ógvusligari mugu tey gerast aðrastaðni. Tí er uppskotni nettoniðurskurðurin á 15 prosent bleytasta lendingin, vit kunnu gera nú.
Og hesin niðurskurður fer heldur ikki at taka grundarlagið undan línuflotan, sum tær mest dapurskygdu røddirnar hava spátt, tí hann fer eisini fram eftir at hava atgongd at fiska á eitt nú Flemish Cap, sum áður nevnt, og við góðari planlegging av fiskiskapinum á ávikavist innaru og ytru leið eigur at bera til at tillaga raksturin soleiðis, at árinini av niðurskurðinum verða minimal.
Á ytru leið svarar ein fiskidagur jú til tríggjar effektivar fiskidagar. Og tað er málið við skerjingini, at gera tað meira attraktivt at fiska á ytru leið heldur enn á innaru leið, har teir yngru árgangirnir serliga halda til.
Ætlanin er at skapa betri karmar fyri allan flotan, eisini línuflotan, við atliti til veiðutrýstið og betrti gagnnýtslu av fiskidøgunum. Ongin ivi um tað.
Í uppskotinum mælir landsstýrismaðurin eisini millum annað til at seta krøv um, at upsatrolararnir fara at brúka skiljirist. Tað taki eg undir við, og tað veit eg, at nógv í vinnuni eisini gera.
Kjakið hevur so fyri ein part snúð seg um, hvørt skiljiristin eisini eigur at merkja, at leiðir, sum í dag eru friðaðar fyri at verja ungfisk, so eisini eiga at latast upp aftur.
Eg veit ikki, um tað altíð er so skilagott, men skiljiristin eigur í øllum førum at minka munandi um tey nógvu bráfeingis veiðibannini, vit hava við verandi reguleringsskipan.
Landsstýrismaðurin nevnir eisini eina endurskoðan av skipanini við bólki 5A og 5B. Tað dámar mær eisisini væl, og sjálvur vil eg mæla til, at vit í bólki 5 fara at sklja ímillum línu og snellu. Um vit hugsa um veiðitrýst, so er tað jú ein himmalvíður munur á, hvat ein einsamallur maður kann draga av grunni við tveimum ella fýra snellum, og hvat ein einsamallur kann draga á til dømis 20 línustampum. Men ein snelludagur og ein línudagur telja kortini tað sama í fiskidøgum.
Harra formaður
Landsstýrismaðurin sigur í sínum almennu viðmerkingum til uppskotið, at vit nú hava ein søguligan møguleika at gera eina semju um stovnsrøkt og burðardygga veiðu.
Tað er rætt. Men vit kunnu sagtans við uppaftur størri vissu tryggja okkum pláss í søgubókunum, nevniliga við onki at gera. Men tá koma vit ikki í søgubøkurnar fyri tað góða, men sum tey, ið forkomu lívsgrundarlagnum hjá komandi ættarliðum.
Ta ivasomu æruna vil eg fegin verða fyri uttan.
Takk fyri.