Lýsing

Vísindin hevur ikki altíð rætt. Tað er rætt

Seinna røða hjá Ingolf Sólheim í samband við áseting av fiskidøgum.

Aristoteles og Ptolemæus fóru skeivir, tá teir hildu jørðina vera heimsins miðdepil. Kortini var hetta ráðandi uppfatanin í útvið 2000 ár – í eitt langt tíðarskeið tvíhildu nógv, millum annað katólska kirkjan, eisini um, at jørðin var fløt.

Og tá vísindin, fyrst Nicolaus Kopernicus í 1500-talinum og síðani Galilei Galilei fyrst í 1600-talinum, við vísindaligum eygleiðingum og mátingingum prógvaðu, at jørðin melur um sólina og ikki øvugt, so tvíhelt katólska kirkjan kortini um gomlu uppfatanina – tí kirkjan og hennara oddvitar høvdu bygt alt teirra ovurstóra verðsliga vald á hesa uppfatanina, at jørðin var heimsins miðdepil. Ikki tí, tey trúðu tí, men tí tað tænti teimum.

Galilei sat í húsavarðhaldi ein stóran part av sínum vaksna lívi, tí hann hevði síni sjónarmið, og hann varð tvungin at avnokta tað, hann visti var rætt.

Ikki fyrrr enn í 1992 fekk hann posthumt eina umbering frá katólsku kirkjuni.

Men tað sær út til at vera akkurát hesin sami hugburðurin, ið stýrir fiskivinnupolitikkinum hjá  Fólkaflokkinum. Ella rættari, vantandi fiskivinnupolitikkin hjá hesum flokkinum.

Vísindin hevur onkuntíð tikið feil, og tí skulu vit ikki lurta eftir henni yvirhøvur, er hugburðurin. Tí tað tænir ikki áhugamálunum, sum Fólkaflokkurin vil tæna.

Hevur Jákup Mikkelsen hugsað um, at orsøkin til, at hann onki ljóshav longur sær á Norðhavinum, er, at vit í áravís totalt hava ignorerað vísindaligu ráðgevingina?

Og hví kemur ikki lív í aftur á Føroya Banka? Er tað kanska tí, at vit við rovdrift fullkomiliga hava oyðilagt hann?

Nei, vísindin hevur onkuntíð tikið feil, og tí fer vísindin altíð skeiv, er hugburðurin hjá Fólkaflokkinum. Í øllum førum, tá tað kemur til fiskivinnuna.

Men tað er ábyrgdarleyst, tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst.

Vit kunnu vera ósamd um metodurnar, og eg haldi, at øll hini andstøðuumboðini, sum hava verið her á røðarapallinum, hava verið meira og minni konstruktiv.

Onkur heldur, millum annað Magni Laksáfoss, at afturberingin av døgum er at gera seg inn á eina skipan í ótíð, tí verandi skipan jú gongur út um minni enn hálvt annað ár.

Slíkt eru atfinningar, sum ein kann fyrihalda seg til, og tað er gott. Eg veit tó ikki ordiliga, hví tað er ein so stórur trupulleiki, at vit vilja gera eina skipan, sum tænir teimum best, ið leggja mest fyri at reka síni skip.

Hevði tað verið betri, og hevði vinnan verið glaðari, um vit skóru 15 prosent yvir ein kamb – javnt yvir allar veiðibólkarnar?

Eg veit tað ikki, men tað kunnu vit so í øllum førum kjakast um.

Men Fólkaflokkurin proklamerar bara harðmæltur, at hann vil onga broyting. Har er onki at kjakast um. Hann vil onga broyting yvirhøvur, samstundis sum at hann skeldar inn á samgonguna fyri ikki at vilja samstarv.

Øll vit onnur ásanna, at vit MUGU gera okkurt. Tí gýtingarstovnarnir hjá toski og hýsu er um at kollapsa.

Gera vit onki, so endar fiskivinnan av sær sjálvum, tað eri eg rættiliga vísur í.

Nú kemur hetta málið í vinnunevndina, og har vóni eg, at eisini Fólkaflokkurin vísir, at hann meinar nakað við tað, tá hann sigur seg vilja samstarv.

Mær dámar í veruleikanum ikki at vera SO atfinningarsamur og peikandi, sum eg júst havi verið.

Men eg haldi, at støðan í okkara fiskivinnu er so álvarslig, at vit øll mugu mótmæla, tá onkur sigur seg bara ætla at lata standa til og onki gera.

Takk fyri.

Ingolf S Olsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad