Eina standmynd til Fischer
Fyri seksti árum síðani stóðu klaksvíkingar saman um at verja borg. Myndugleikarnir í Havn vildu ikki eftirlíka kravinum um, at fólkið her norðuri slapp at hava ein lækna, sum fólkið hevði álit á. Í staðin vórðu allar snildir brúktar til at ganga ímóti fólksins vilja, so vit her norðuri ikki skuldi billa okkum inn, at vit høvdu ræðið á egnum lokalum viðurskiftum.
Í krepputíðum, tá ágangurin er harðastur, er tað ofta soleiðis, at sannir leiðarar vaksa burturúr fólkamongdini. Ein slíkur leiðari var Fischer Heinesen. Hann tók um stýrisvølin tá harðast leikaði á, og gjørdist rødd klaksvíkinga mótvegis teimum máttmiklu og máttfulkomnu myndugleikunum í Havn. Brátt tóku hesir at vikna, og ristingarnar merktust allan vegin til Keypmannahavnar. Nú vórðu tað danskir myndugleikar, ið gjørdist mótstandarar hjá klaksvíkingum, men eisini her vísti Fischer sítt hegni. Til seinast høvdu danskarar onki annað til at taka, enn at senda skip við alvápnaðum politistum og hundum til Føroya, fyri at berja og buka klaksvíkingar upp á pláss. Teir fingu eisini fatur á Fischeri Heinesen og settu hann í geglið. Men móttøkan hann fekk, tá hann kom aftur til Klaksvíkar, vísti øgiliga greitt, at tað ikki hevði eydnast danskarum at berja máttin út úr klaksvíkingum.
Søgan um læknastríðið er nýliga søgd av Líggjas í Bø. Í bók hansara kunnu vit lesa um, hvussu langt samanhald í lokalsamfelagnum kann føra okkum. Og har kunnu vit eisini lesa um tann harðskap og lokabrøgd, sum skuldi niðurbróta hetta samanhaldið. Mest týdningarmikla amboðið var kortini tøgnin. Læknastríðið skuldi gerast til nakað pínligt, til nakað ikki varð tosað um og til nakað norðoyingar skuldi hava ringa samvitsku um. Tí lærdi eg als onki um læknastríðið tá eg vaks upp, og tað eru ivaleyst fleiri við mær, sum hava tað á sama hátt. Men Líggjas í Bø hevur víst okkum, at vit ikki mugu lata søguna doyggja. Í staðin skulu vit goyma hana í minni okkara.
Fischer Heinesen stóð fremstur sum umboð fyri fólkaviljan hjá norðoyingum. Hann lat seg ikki tøla av lokabrøgdum, men megnaði bæði at gerast fólksins rødd og at verja fólksins áhugamál, í einum tí harðasta stríði, sum hevur verið her á landi í nýggjari tíð. Ein slíkur maður hevur uppiborið at verða nevndur hetja!
Tøgnin skuldi fáa okkum norðoyingar til at gloyma søguna um samanhaldið og stríðið. Og tøgnin skuldi eisini fáa okkum at gloyma, hvussu hetta samanhald varð bart niður við harðari hond. Men nú er stundin komin til at loyva hetjunum at stíga út úr tøgnini, áðrenn henda broytist til gloymskunnar myrkur. Tí eiga vit at heiðra okkara lokalu hetju, Fischeri Heinesen, við einari standmynd. Eg fari tí at mæla býráðnum til beinanvegin at seta fyrireikingarnar í verk, so vit brátt kunnu heiðra ein av størstu synum norðoyinga á sømuligan hátt.