Lýsing

Tilfeingi og trýst

Tað er so ymiskt sum tær geografisku eindirnar, seinri heimsins lond, stóðu í skotmálanum, tá Skapanarverkið varð lagt og snøggað til. Størri og minni eindir, minni ella rúmari hav og ikki minst, táið tað kemur til tilfeingi, hevur stórur munur verið gjørdur á hvussu gávurnar vórðu plaseraðar. Púrgjørt í støðum og ovmikið aðrar staðir. Oyðimerkur her og spríkjandi vøkstur har. Fiskameingi eina staðni og steindeytt hav aðrar staðir. Líkamikið hvussu víkti og vendi hesum viðvíkjandi, so mátti menniskjað, sum generalurin í føðiketuni, onkursvegna finna út av at hóra undan, alt eftir hvussu kringumstøðurnar nú einaferð høvdu laðað seg.

Hvør var so munurin, táið til stykkis kom? Ja, her rokna vit sjálvandi við tveimum tíðarrokningum, fyri og eftir ídnaðarkollveltingina, ið gjørdist byrjanin til heimshandilin vit kenna ídag, har rávørur og liðugt framleidd produktir skifta hendur dag og dagliga tvørtur um landamørk og heimspartar. Tað kann líka so væl vera, at liðugvøran kemur úr einum øðrum enda á heiminum enn brúkta rávøran í framleiðsluni, tað snýr seg nú einaferð fyri tað mesta um vælaverk, kappingarføri, dugnasemi, sølusnildi, ja, um at liggja stútt og støðugt á øllum parametrunum, sum eru viðvirkandi til, at júst tín vøra fer um skivurnar sum tann fyrsta í krambúðunum kring allan heim.

Soleiðis sum heimurin nú er samanskrúvaður, hava vit – sæð í einum ógviliga einfaldum spektrum – tvær kategori´ir av londum, táið tað snýr seg um framleiðslu. Lond, við hópin av livandi og deyðum tilfeingi, og tey, sum eru við sviðið soð í so máta. Tá eitt sterkt vinnulív er sjálv fyritreytin undir vælferðarsamfeløgunum, sum eisini vit ynskja at vera ímillum, so skal framleiðast til brúks og til sølu fyri aftur at keypa, handilsbismarin skal nú helst halda javnvágina yvir tíð. Annaðhvørt framleiðir tú burturúr egnari rávøru, og eigur tú onga slíka, keypir tú rávøruna til víðari framleiðslu og sølu. Nú kundi ein hildið, og tað fylgir onkursvegna onkrum siðbundum logikki, at júst rávørulondini vóru komin best undan búskaparliga øll hesi árini, heimshandiln hevur ment seg, men so einfaldur er veruleikin kortini ikki.

Ein stórur partur av orsøkini er, at natúrgivið tilfeingi í einum landi altíð endar sum eitt hápolitiskt mál fyrr ella seinri. Søgan um imperialismuna er eisini søgan um tilfeingi, tað ráddi um hjá ídnaðartjóðunum at fáa til vega bíliga rávøru, og mangar staðir standa bara rúkandi toftir eftir, eitt nú í Afriku og Latínameriku. Tilfeingi hevur elvt til trýst, politiskt trýst. Alt eftir hvussu ideologiirnar hava verið samanskrúvaðar hjá teimum ráðandi, eru broytingar farnar fram. Stalin tekur jørðina frá bøndunum og tvingsilskollektiviserar landbúnaðin, Hoxha ger tað sama í Albania, og letur frá sær heimsins triðfátækasta land og kenda sukurlandið Cuba megnar nóg illa at sukurføða seg sjálvt longur av somu orsøk. Ein gitin ídnaðarmálaráðharri í Cuba segði einaferð, at sukrið var eitt satt forbannilsi fyri oynna. At kalla øll arbeiðsmegin virkaði í sukurframleiðsluni og búskaparliga kom tað ongantíð at føða oynna sum eitt vælferðarsamfelag, og táið subsidiuni úr Sovjet hvurvu, hvarv sukurframleiðslan eisini á kollektiviseraðu akrunum. Hinumegin hava vit hesi stokkkonservativu oljulondini, sum eitt nú Saudi Arabia, har ein lítil familja hevur sett seg á alt tilfeingið í jørðini, oljuna, og tað er bara ein politiskur og hernaðarligur jarnnevi, sum heldur fólkinum frá at gera bart, fyri at fáa part í hesum øllum. Vit mega harvið staðfesta, at egið tilfeingi skapar eina konflikt í politiskum skipanum, sum skulu loysast onkursvegna. Lættari hava teir tað í londum sum Danmark, har teir onki stórvegis tilfeingi áttu, fyrrenn teir funnu oljuna í Norðsjónum í okkara tíð – sum eisini hevur elvt til stríð. Annars snýr tað seg mest um handilspolitikk hjá dønum. Teir hava sum so nógv onnur úti í heimi funnið útav, at handil og vinningur snýr seg um so øgiliga nógv annað enn tað, at tilfeingið liggur fyri eygunum á tær, og tú kanst fáa tað fyri onki til virkingar úr havi og námum. Eftir øllum at døma veksur handilssnildið, tá tørvur er á tí, menniskjað hevur eftir øllum at døma fingið nakað nógv av eginleikunum hjá kamæleónini í vøggugávu, og teir verða bara kveiktir og vaktir, um tørvur er á tí, sum skilst.

Føroyar eru eitt av londunum, sum eru ríkiliga signað við tilfeingi. Tað sum fyri onkran kendist sum ein avmarking, tá fiskimarkið varð flutt út á 12 fjórðingar, og serliga táið markið varð hálað út á 200 fjórðingar, samstundis sum tað sama hendi kring um onnur lond, har vit áður høvdu veitt fyri størsta partin, er í dag eitt metstórt ríkidømi – roknað út á hvønn íbúgva í landinum. Hinvegin er ein avmarking ein avmarking. Og í henni liggur tann treytin, at fullkomna veiðifrælsi er burtur, tú kennir stovnarnar á leið, veitst hvussu nógv tú kanst taka burturúr teimum árliga, fyri at tryggja stovnsrøktina, tí er tað sjálvsagt, at viðgerðin av øllum hesum endar inni á bonaðu fjalunum í politisku skipanini. Hvør skal nú fáa lutirnar av Fólksins svimjandi ognum? Hvør skal verða ambætaður við skivuna, tá loyvini skulu latast, og hvussu skal skilmarkast hvør ið hin rætti loyvishavarin verður? Tað eru nógv áhugamál partar av hesum leiki: Fólkið, politikarar, útgerðarmenn, fiskimenn o.s.fr. Samanumtikið vita øll, at veiðiloyvini mega avmarkast innanvert avmarkingina, annars verður vinnubúskaparligur ruðulleiki. 50 túsund menniskju fáa ongan vinning burturúr at fara hvør sær einsæris út eftir hvør sínum luti, tí má ein skipan finnast, sum rationaliserar veiðuna til eina so rationella drift sum yvirhøvur gjørligt. Bara haðani kunnu øll hesi somu fáa nakað sum helst burtrúr hesum øllum.

Tað tykist eisini vera semja um, at eitt loyvi í hesum bassenginum, í bilateralum avalum og í strandalandaavtalum geva ein óvanligan eykavinning, sum liggur omanfyri vanligan handilsligan vinning, sum er ein treyt fyri yvirhøvur at kunna virka í vinnuni. Loyvi eru sum so latin út av Fólksins ognum til eina rationella drift hjá nøkrm fáum aktørum, tí er júst tann eykaeykavinningurin ogn hjá teimum, sum eiga havið og tilfeingið, okkum øllum ella samfelagnum. Háaktuelli spurningurin í hesum døgum er, hvussu hesin óvanligi vinningurin, íkomin av avmarkingini, skal inkasserast. Tað eru tað fleiri meiningar um.

Vit eru nú komin inn í eina endafasu hesum viðvíkjandi. Verandi loyvir vórðu uppsøgd í 2007, væl saktans tí at politiska skipanin ynskti onkrar broytingar í vinnuskipanini, men lítið hevur verið at frætt síðani um hvat flokkar og tingmenn hava ætlað sær, eftir at loyvini endaliga ganga út gamlaárskvøld um eitt gott ár. Nú tað stundar til, gerast menn harðmæltari, onkur vil onga broyting, meðan aðrir ætla at kollvelta verandi skipan. Tað sum er eftir av hesum árinum verður eitt avgerandi tíðarskeið í so máta. Nú skulu øll sjónarmið fram á torg. Við hesum í huga hevur R7 –  Peturi, Eivindi og Tóri í fremstu røð – skipað fyri hesi ráðstevnuni, har serfrøðingar av ymiskum kalibri koma at leggja síni sjónarmið fram. Í einum demokratiskum landi er tað vanæriligt ikki at leggja oyruni til allar hugsanir, – sjálvur kanst tú sodna og sýla eftir tað – og eftir egnari sannføring.

Føroyskur búskapur er somikið tengdur at havsins tilfeingi, at alneyðugt er við einari tjóðarsemju um vinnuleiklut landsins eftir 1. januar 2018. Frá upphavinum fingu vit hesa gávuna, og gávum skal man fara væl við. Tað fer at vera rættiliga ruskut í politiska sjónum næstu dagarnar, mánaðirnar og fram til nýggjárs 2018, men øll eiga at leggja sín góða lut í hetta verk, soleiðis at ágóðin onkursvegna kemur tjóðini, øllum, til høldar. Málið er somikið stórt, at øll mega onkursvegna boyggja seg inn ímóti onkrum sum líkist einum modus vivendi fyri at tryggja vinnukarmarnar fleiri áratíggju fram í tíð.

Til seinast fari eg at ynskja Johnny í Grótinum, Magna Laksáfoss, Osmundi Justinussen, Gary D. Libecap, Charles R. Plott, Martin Paldam og Jón Kristjánssyni vælkomnum at gera okkara fundering munadyggari í mun til hvat ið skal henda á hesum mótinum í Føroyum um skamma stund.

Hervið er Fiskivinnuráðstevnan í Løkshøll – fyrimunir og vansar við fríari uppboðssølu – sett.

Tórbjørn Jacobsen

Deil hesa grein umvegis
468 ad