Lýsing

Kommunupolitikkur stóran týdning

Kommunupolitikkur stendur hjá mongum borgarum í skugganum av landspolitikki.

Orsøkin er helst, at fjølmiðlarnir gera nógv meiri burturúr lands- enn kommunupolitikki.

Nógvar kommunur gera heldur ikki serliga nógv við at kunna borgarar og onnur um tað, sum tær fáast við, hóast tøkniligu amboðini til tess ongantíð hava verið betri enn í dag..

Hóast hetta, er tað umráðandi at fáa bæði ung og eldri at skilja, at kommunupolitikkur er týdningarmikil.

At hann hevur alstóran týdning fyri gerandisdagin hjá teimum og familjum teirra.

Og at tað tí ikki ger tað sama, hvør ið situr í kommunustýrinum.

Nógv jørn í eldinum

Tórshavnar kommuna hevur sum landsins størsta og ríkasta kommuna flest jørn í eldinum.

Hetta er eisini neyðugt fyri at kunna lúka dagsins krøv á øllum teimum økjum, kommunan hevur ábyrgdina fyri.

Hon heintar tildømis títt burturkast og útvegar reint vatn í kranunum.

Hon syrgir fyri, at børn tíni verða ansað ella at foreldur tíni kunnu fáa ta hjálp og røkt, tey hava tørv á.

Kommunan hevur eisini ábyrgdina fyri mentanar- og frítíðartilboðum.

Og hon hjálpir eisini við at skapa lokalu vinnulívsfyritøkunum so góð vakstrarkor sum gjørligt.

Leikluturin hjá kommununum sum heild er vaksin nógv síðani aldarskiftið, tá landið fór undir at leggja uppgávur, ið betur kunnu røkjast í nærumhvørvinum, út til kommunurnar at umsita.

Hetta setur stór krøv serliga til tær minstu kommunurnar, sum fyrr ella seinni verða noyddar at leggja saman við øðrum kommunum, skulu tær hóra undan.

Sum heild væleydnaðar

Í Føroyum hava verið fleiri kommunusamanleggingar síðani sjeytiárini.

Flestu teirra – um ikki allar – hava verið væleydnaðar, tá ið avtornaði.

Aðrastaðni hava kommunusamanleggingar havt við sær ein minkandi áhuga fyri kommunupolitikki og lægri valluttøku, tí leiðin hjá nógvum borgarum til ráðhúsið ella lokalpolitikararnar er vorðin ov langur.

Royndirnar hava tó eisini víst, at færri politikarar fyri hvønn borgara ikki neyðturviliga nýtist at merkja eitt veikari lokaldemokrati.

Tvørturímóti hava kommunurnar í dag meiri fokus á at taka borgararnar við upp á ráð gjøgnum hoyringar, borgarafundir o.a.

Í Tórshavnar kommunu hava vit seks staðbundnar nevndir, ið skulu hoyrast í málum, sum viðvíkja teirra økjum (Kollafirði, Kaldbak, Hvítanesi, Velbastað, Hesti og Nólsoy).

Vit hava eisini eitt Eldraráð, ið er sett í verðina til at ráðgeva kommununi í eldramálum.

Somuleiðis hava vit mong eigarafeløg kring um í høvuðsstaðarøkinum, ið eisini skulu spyrjast til ráðs, áðrenn nakað kann setast í verk í teirra øki.

Hetta er alt við til at skapa ein dialog við borgarar, sum kommunupolitikarar ikki vanliga møta við kølidiskin ella sum ikki møta upp til borgarafundir.

Umráðandi er, at okkara politikarar allatíðina hava í huga, hvussu kommunan og lokala fólkaræðið kunnu fylgja við tíðini og soleiðis tryggja, at teir møta borgarunum har, sum teir eru.

Samstundis skal tað framvegis vera áhugavert at fara upp í kommunupolitikk, so vit eisini í framtíðini hava eitt sterkt lokalt fólkaræði, ið er rótfest í fólkinum.

Jú, kommunupolitikkur er sanniliga týdningarmikil – fyri øll uttan mun til aldur.

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad