Lýsing

Lokomotivið Tórshavnar havn

 

Sum høvuðshavn er Tórshavnar havn samstundis lokomotiv okkara á hesum stóra og týdningarmikla øki.

Sum slík hevur hon skyldu til allatíðina at hava eitt vakið eyga við tí, ið rørir seg innan nýtíðar havnarvirksemi, so hon altíð er brynjað og før fyri at veita tær tænastur, ið kundarnir hava tørv á.

Hetta eisini hóast kostnaðarmiklar íløgur.

Men tíbetur er Tórshavnar havn før fyri at taka við slíkum avbjóðingum við síni inntøku upp á umleið 60 mió. kr. um árið.

Hesar stava í høvuðsheitum frá havnar-, bryggju-, vøru- og leigugjaldi.

Umleið hálvttriðja túsund skip vitja havnina um árið í ymsum ørindum.

Talan er um alt frá farma- og ferðafólkaflutningi innan- og uttanlands, upp- og avskipan, umvælingar, proviantering og bunkring.

Í fjør fóru 650.000 tons av vørum um kaikantin í Havn, vísa tøl frá kommununi.

Uppskipað vórðu 376.000 tons, meðan 268.000 tons vórðu avskipað.

Harumframt vóru 22.000 tons í transitti.

Neyðugt at fylgja við

Skipini, ið koma higar, eru fleiri og størri í vavi enn fyri bert fáum árum síðani, og henda gongdin sær út til at halda fram.

Skipini stinga eisini djypri og djypri, og hesum noyðast havnirnar at laga seg eftir, skulu tær framhaldandi vera kappingarførar.

Tórshavnar havn hevur tikið avleiðingarnar av hesum og fer nú undir eina útbygging longur út í fjørðin, sum skal vera liðug í 2019.

Tá kunnu skip, ið stinga 15 metrar, sleppa at bryggju her. Sum er kunnu bert skip, ið stinga í mesta lagi 10 metrar, leggja at Molanum.

Hetta merkir, at eisini stóru ferðamannaskipini, ið sum er noyðast at liggja fyri akkeri á reduni, í framtíðini kunnu sleppa til bryggju.

Umframt at hetta fer at gera tað høgligari fyri ferðafólkini og manningina – fyri ikki at tala um tey, ið arbeiða á havnarøkinum – fær havnarkassin eisini munandi meiri burturúr, tá skipini koma til bryggju.

Og hetta fer at gera havnina upp aftur betri føra fyri at kunna lúka framtíðarkrøv – bæði tá tað kemur til havnar- og aðrar útbyggingar.

Fjølbroytt virksemi

Virkisøkið hjá Tórshavnar havn fevnir ikki bert um havnarlagið í Havn, men øll havnaløgini í kommununi.

Her er talan um alt frá farmahavnunum í Havn og á Oyrareingjum/Langasandi til bátaplássini í ymsu bygdunum í kommununi, so her er ríkiligt at síggja til hjá teimum, ið starvast hjá Tórshavnar havn.

Árliga nýta nógv útlendsk skip Nólsoyarfjørð, Kollafjørð og Sund sum umskipingarhavn.

Í Kollafirði verður frystur fiskur lagdur á goymslu til víðari flutning. Nógv avleitt arbeiði stendst av hesum, tí skipini fáa umvælingar gjørdar í landi, eins og tey proviantera og skifta manning.

Rætt skal tó vera rætt. Alt havnarvirksemi er ikki bara ljósareytt. Ampar eru eisini, treyðugt so.

Vit hoyra stundum um kærur um óljóð og dálking, og hetta eigur komandi býráð at geva stóran ans í umhvørvisarbeiði sínum.

Eg ivist tó onga løtu í, at eisini Tórshavnar havn arbeiðir við at minka um hesar trupulleikar. Hugaligt var í hesum sambandi at hoyra havnarmeistaran herfyri siga, at miðað verður eftir at veita skipum streym av landi í framtíðini.

Hetta fer at gera stóran mun, vísa royndir aðrastaðnis frá.

Við hesum ábótum í huga fari eg at ynskja Tórshavnar havn og starvsfólkum tess framhaldandi góðan byr við fjølbroytta og týdningarmikla virksemi sínum, høvuðsstaði og landi okkara at gagni.

Leivur Hansen,

býráðsvalevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad