Lýsing

Parkeringshús í miðbýnum beinanvegin

Tað var hugaligt at koma fram við á Hálsi í dag. Eftir fáum vikum er eitt nýtt og stórt parkeringspláss gjørt mestsum klárt til asfaltering við Høllina á Hálsi. Hetta kemur í staðin fyri plássið, sum nú er sprongt burtur til frama fyri nýggju høllina. Nýggja plássið er væl størri enn tað gamla.

So væl hevur ikki gingið at útvega nýggj parkeringspláss niðri í miðbýnum. Sambært Eiriki Lindenskov á in.fo í Vágsbotni eru fleiri enn 50 bilstøðlar horvnir í miðbýnum seinastu árini samstundis, sum bilferðslan er økt munandi. Sjálvt nú, meðan arbeitt hevur verið eftir eini nýggjari miðbýarætlan, eru parkeringspláss farin undir heilt ella tikin til aðra nýtslu.

Sum dømi um gongdina seinastu árini verður nevnt, at á bryggjuni í Vágsbotni eru eini 30 parkeringspláss løgd til aðra nýtslu og bryggjan mestsum stongd fyri rullandi atkomu. Í Tinganesi eru eini 10 støðlar reserveraðir til landsins leiðslu.

Henda  gongd er til stóran bága fyri tey, sum búgva og virka í miðbýnum ella hava brúk fyri honum í aðrar mátar. Tey kallaðu saman til ein fund herfyri. Tekniska nevnd viðgjørdi eitt mál um parkeringskort til fólk í miðbýnum, men í fyrstu syftu fór málið aftur í nevnd og skal eisini í ferðslunevndina til ummælis.

Tað er púra greitt, at nú kann illa bíðast longur við at avgreiða tað stóra málið um parkeringina í hjartanum í Havn. Alt gott um parkeringskort. Tey verða summum til gleði, men loysa neyvan allan trupulleikan. Kanska flyta tey bara trupulleikan yvir á onkran annan.

Her má takast um notuna og verkætlanir og pengar útvegast til at byggja eitt ella fleiri parkeringshús í nánd av miðbýnum. Skálatrøð er ein møguleiki. Á henni ræður um at útvega pláss til parkering, áðrenn hon fer til aðra nýtslu.

Har ber til at byggja parkeringshús, sum ikki nýtist at vera nakað skrímsl, og óivað ber eisini til at gera parkeringshús inni í berginum á Bursatangaleiðini. Møguleikar eru kanska eisini longur uppi í miðbýnum. Tað duga tey kønu at meta um.

Tað avgerandi í málinum er, at útvegað verða nóg nógv parkeringspláss. Her skal hugsast um tey, sum búgva í miðbýnum, tey, sum arbeiða í miðbýnum og tey, sum hava ørindir í miðbýnum. Hetta er eitt stórt tal av fólki, sum eisini umboðar eitt stórt tal av bilum.

Skula vit gera okkum nakrar vónir um ein miðbý, har fólk flest kunna trívast á degi sum á nátt, so mugu møguleikarnir fyri at seta flutningstólini frá sær í nánd sampakka við ta menning, sum annars er og verður. Tað nyttar lítið at gera miðbýin attraktivan, um umstøður ikki eru at steðga á har.

 

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad