Lýsing

Illgitingar um fiskivinnunýskipanina

Landsstýrið hevur tikið stig til at seta nýggja skipan í verk fyri fiskivinnuna galdandi frá 2018 í seinasta lagi. Til tess at fremja nýggju skipanina í verki er ein arbeiðsbólkur settur við fakligum og vinnuligum royndum, so politikarar kunnu hava bæði roynd fólk, vinnu og breiða fakliga vitan at koma við uppskoti um, hvussu ein góð nýskipan kundi sæð út.

Bólkurin hevur viðgjørt viðkomandi evni síðani ársbyrjan, og hann letur landsstýrismanninum frágreiðing og tilmæli tíðliga í oktober 2016. Hareftir verður politiskt kjak og samráðingar og sjøtul settur á ítøkiliga lógararbeiðið.

 

Tað er ógvuliga væl skiljandi, at fólk spyrja, hvør ætlanin við fiskivinnuni er. Og somuleiðis at ymsu aktørarnir royna at ávirka og leggja hart trýst á politikarar og aktørar í málinum. Viðurskiftini eru torgreidd, og tað sæst aftur í hvassa orðaskiftinum.

 

Norðlýsið vil vita, um tað er ein avgerð, sum samgongan er samd um, at uppboðssøla skal verða av øllum loyvum, og at nýskipanarnevndin tí ikki skuldi kanna aðrar skipanir og gera sínar egnu metan um, hvør skipan var best egnað til føroysku fiskivinnuna.

 

Bæði Tjóðveldi og samgongan halda seg til samgonguskjalið, ið klárt og týðiliga leggur seg eftir, at vit fáa eina marknaðargrundaða skipan, so ella so. At summi eru farin konsekvent at kalla hetta uppboðssølu, tað er tað, sum tað er. Men tað er eina marknaðargrundað skipan, landsstýrismaðurin hevur biðið nevndina koma við. Og eg eri samd við landsstýrismanninum í, at skipanir við søguligum rættindum, tilfeingisgjøldum, “grand farhering” ella ‘beauty contest’ eru ikki í samsvari við arbeiðssetningin. Tilmælini skulu byggja á eina marknaðartreytaða skipan.

 

Nógv hevur verið sagt og gjørt til tess at seta landsstýrismannin skák og mát, hvat hann hevur sagt, tagt burtur ella vil vera við. At landsstýrismaðurin skal hava álagt bólkinum ásetingar um uppboðssølu, hevur landsstýrismaðurin alment afturvíst. Men at limur í arbeiðsbólkinum nýliga hevur úttalað seg alment um arbeiðssetningin, ið hann metir vera ov smalur, tað kann undra! Hví er tað ikki áhugavert, heldur enn hvørt landsstýrismaðurin skal hava sagt hetta ella hitt við arbeiðsbólkin, ið als onki hald hevur?

 

Latið arbeiðsbólkin arbeiða í friði við tí greiða arbeiðssetningi, tey hava og sum sæst her: http://cdn.lms.fo/media/7508/arbeiðssetningur-o-a.pdf

 

Síðan fer landsstýrið eftir at fáa semju um nýskipanina av fiskivinnuni, og eins og í uppskotinum um fiskidagar fer samgongan eftir breiðari semju um fiskivinnunýskipanina, helst við allar andstøðuflokkar.

 

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi

Óluva Klettskarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad