Lýsing

Útlendingar javnsetast føroyingum

Integrasjón: Broytið kommunuvallógina, so tilflytarar við varandi uppihaldsloyvi javnsetast føroyingum  

Tilflytari við varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur mist valbarið og valrættin til kommunuvalið! Orsøkin er, at hon hevur verið í Danmark og lisið!

Her er ein sonn søga um ein tilflytara. Eina kvinnu, sum vit kalla Sheila og vit siga, at hon er fødd og uppvaksin í USA.

Sheila hevði eftir drúgva umhugsan gjørt av at stilla upp til býráðsvalið. Ein politiskur flokkur hevði heitt á hana og at enda játtaði hon. Sheila kom sum ung til Føroya og er tað vit kallað fult “integrerað”: Hevur búð her í yvir 15 ár, hevur varandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi, er gift og eigur børn og hevur starvast og livað sum einhvør annar føroyingur í landinum.

Sheila hevur høga útbúgving, tosar ræði føroyskt og onnur fremmand mál og hon veit, at tað er tørvur á hennara rødd í býráðspolitikki. Fólk, við útlendskum uppruna, kunnu stilla upp og atkvøða til býráðsval um tey hava búð í kommununi í trý ár. Men ikki til Løgtingsval, tí har krevst, at tey gerast danskir ríkisborgarar. Sheila ynskir at bjóða seg fram, tí hon kennir ábyrgd. Hon veit, at hon kann vera ein týðandi ambassadørur fyri tilflytarar. Fleiri teirra liva eina paralell tilveru, næstan sum skuggar millum okkum. Tey gera reint ella eru náttarvaktir, hóast tey hava góðar útbúgvingar. Mong kenna seg einsamøll, fáa illa hjálpt børnunum í skúlanum og skilja ikki reglur og boð frá dagstovnunum.

Sum so nógvir aðrir føroyingar hevur Sheila verið í Danmark í lestrarørindum í eina tíð. Men tá hon flytur heimaftur til Føroya í summar fær hon at vita, at hon hevur mist valbarið og valrættin. Tað merkir, at hon kann ikki stilla upp og sleppur heldur ikki velja. Hon skal upptjena sær hendan rættin aftur og tað tekur trý ár! Og hetta eru ikki danskar reglur í útlendingalógini vit tosa um. Hetta stendur í okkara egnu kommunuvallóg.

Hetta er ein sonn søga anno 2016. Fyri meg er hon púra óskiljandi og eg fari staðiliga at heita á landsstýriskvinnuna í innlendismálum og løgtingið um at broyta hesa reglu, so vit virða tilflytarar, ið geva eitt stórt íkast til samfelagið – og javnseta tey við føroyingar.

Tað er púra burturvið, at vunnin rættindi hvørva bara tí fólk fara til Danmarkar at útbúgva seg. Sjálvsagt skulu tey, ið hava varandi arbeiðs- og uppihaldsoyvi, hava sama rætt at velja og stilla upp sum føroyingar, tá ið tey flyta aftur til Føroya.

Gunvør Balle

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad