Ongi serlig átøk á eldraøkinum í fíggjarætlan
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar býráð fekk eina sjáldsama framløgu á seinasta býráðsfundi. Ætlanin varð gjørd við teirri fortreyt, at skattaprosentið varð tað sama í 2017, sum tað er í 2016.
Men longu áðrenn málið var komið á býráðsborð, var uppskotið broytt, tí órógv var í samgonguni. Tað prutlaði undir lokinum, og tá málið loksins kom fyri býráðsfundin, endaði framløgan við, at samgongan umhugsar at lækka skattaprosentið næsta ár.
Onkur hevur sagt 0,5 prosent, onkur annar eitt sindur minni og onkur triði nakað væl meir. Staðfestast kann, at lækkar skattaprosentið 0,5 prosent, minkar inntøkan einar 17 mió. kr. Lækkar skattaprosentið 1 prosent, minkar skattainntøkan um 35 mió. kr. Lækkar tað 4 prosent, sum eisini er skotið upp, verða 140 mió. kr. minni hjá býráðnum at gera gott við næsta ár.
Víst hevur kommunan havt stórar meirinntøkur seinastu tvey árini. Eins víst er tað, at kommunan setir seg fyri stórum útreiðslum í næstu framtíð. Á fíggjarætlanini eru 80 mió. kr. settar av til íløgur í Skúlan á Fløtum einsamallan. Hetta er bert ein lítil partur. Hann fer at kosta um 350 mió. kr.
Onki nýtt er á komandi fíggjarætlan sett av til Musikkskúlan. 17,5 mió. kr. fara til høllina á Hálsi og 5 mió. kr. til Tórsvøll. Til fríðkan av býnum eru avsettar 3 mió. kr. og 5 mió. kr. til kloakkir. Haraftrat eru 160 mió. kr. settar av til íløgur í Tórshavnar havn – aftrat teimum 200 mió kr, sum vórðu settar av í fjør.
Smápengar til eldramál
Tað, sum kanska er tað mest undrunarsama talið, er minsta talið til íløgur – 1,5 mió kr. til at fyrireika íbúðardepil fyri eldri fólk. Hetta er ein dropi í havið, og samanumtikið hava tey eldru lítið nýtt í væntu soleiðis, sum fíggjaætlanin sær út í løtuni.
Raksturin á eldraøkinum er bara raðfestur fimm milliónir meir, enn hann kostar í hesum árinum. Av hesum fimm fer ein góð millión til lønarhækkingar. Nú eru so bara fýra eftir til nýggj átøk á eldraøkinum 2017.
Fyri hesar 4 milliónirnar broytir tú onki eldraøki. Tú fært ikki sett í verk nakað serligt av batum í heimatænastuni, og tú fært heldur ikki farið undir at endurnýggja tey búpláss, sum tíðin er um at fara frá.
Trýstið á eldrarøktina í Tórshavnar kommunu er økt. Aldurssamansetingin er broytt. Talið á fólki 80 ár og eldri fer ætlandi at tvífaldast komandi 15 árini.
Hetta fer eisini at økja trýstið á tænastur og tilboð, sum Heilsu- og umsorganartænastan skal veita. Eldraøkið fer at kosta alsamt meir og verður størsta einstaka uppgávuøkið hjá kommununi, stendur at lesa í eini frágreiðing frá trivnaðarfyrisitingini.
Eldrapolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu er, at hava fólk umstøður til tað, verða tey heima sum longst. Tí skal eitt nú heimatænastan styrkjast og lúka tørv borgarans, eisini til fyribyrging, heilsustimbran og rahabilitering.
Í politikkinum er dentur lagdur á at útvega nýggjar bústaðarmøguleikar, sum eru lagaðir til umstøðurnar. Lagt verður upp til nýhugsan og at nýta vælferðartøkni v.m.
Sum skilst skula aðrar raðfestingar til enn tær, sum eru til skjals í uppskoti meirilutans til fíggjarætlan.
Vit ásanna, at annað skal til enn orðabrask, skal býráðið liva upp til tað heitið, sum varð strongt, tá býráðið upp undir yvirtøkuna frá landinum samtykti sín egna eldrapolitikk undir heitinum “Virkin og vakin – alt lívið”.
Set tí X við E á býráðsvalinum 8. november!
Jógvan Arge, varaborgarstjóri úr Tjóðveldi