Lýsing

Demenssjúklingar hanga framvegis í leysum lofti

Yngri borgarar við demens og avvarðandi teirra standa framvegis líka hjálparleys sum undan pallborðsfundinum í síðstu viku, har ótolandi og vanæruliga støða teirra varð umrødd.

Á fundinum hjá Alzheimer-felagnum lovaði forkvinnan í trivnaðarnendini hjá Tórshavnar býráð annars at koma teimum til hjálpar við einum dagtilboði beinanvegin.

Men ætlanin vann tíverri ikki frama á fundinum í trivnaðarnevndini mánadagin.

Ístaðin endurtekur formaðurin í Kommunufelagnum, sum eisini er borgarstjóri í Havn, í eini fráboðan í gjár, at Almannaverkið sambært Markamótsskjalinum frá 30. mai í ár “skal samskipa tænastuna (til hesar borgarar) til ein varandi loysn er funnin”.

Sostatt hanga hesir sjúklingar og teirra avvarðandi – eins og aðrir bólkar í somu støðu – framvegis í leysum lofti.

Sum kastibløkur millum land og kommunur hava tey ongan at venda sær til við umbønum um hjálp.

Fyri tey, sum eftir fundin í síðstu viku endiliga hómaðu eina hjálpandi hond frá myndugleikunum, er hetta eitt nýtt, stórt bakkast og vónbrot.

Eg fari við hesum inniliga at heita á partarnar um í stundini at seta seg við samráðingarborðið og fáa eina varandi loysn á hesum viðurskiftum sum allarskjótast.

Nú má og skal altso ein endi fáast á hesum syrgiliga glantrileiki einaferð með alla!

 

Leivur Hansen, valevni á Lista E

 

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad