Lýsing

Eldraøkið ikki nóg høga raðfesting

Als onki samsvar er millum gyltu vallyftini hjá sitandi býráðssamgongu um batar á eldraøkinum og upphæddirnar, ið settar eru av til hetta endamál í uppskotinum til fíggjar- og íløguætlan fyri næsta ár.

Sambært uppskotinum hækkar raksturin á eldraøkinum við 5 mió. kr. í mun til í ár. Av hesum fer ein góð miljón til lønarhækkingar.

Eftir eru fýra miljónir, sum ikki røkka langt, tá tað kemur til nýggj átøk á eldraøkinum, eitt nú í heimatænastuni.

Og hyggja vit at íløgunum, ja, so stendur hvaðna verri til har, tí bert hálvonnur miljón er sett av til at fyrireika íbúðardepil til eldri fólk.

Og so billa tey okkum inn, at tey raðfesta tey eldru fremst!?!

Veruleikin er, at hetta eru smápengar samanborið við veruliga tørvin.

So verður hetta eisini endaliga fíggjarætlanin, er lítið gott í væntu hjá m.a. teimum hálvthundrað eldru borgarunum í kommununi, ið hava akuttan tørv á røktarheimsplássi.

 

Størsta einstaka uppgávuøkið

Greitt er, at trýstið á eldrarøktina í kommununi fer at økjast alsamt næstu árini.

Sostatt fer eldraøkið at kosta meir og verður størsta einstaka uppgávuøkið hjá kommununi.

Í 2030 verður talið á borgarum, ið eru 80 ár og eldri, tvífalt so stórt sum í dag.

Í frágreiðing, sum Heilsu- og umsorganartænastan hjá Tórshavnar kommunu læt úr hondum í august, verður m.a. við hesum í huga staðfest, at tørvur verður á fleiri røktarheimsplássum og at styrkja heimatænastuna.

Somuleiðis verður brúk fyri stutttíðarplássum á stovni, dagtilboðum og heilsufremjandi tiltøkum, eins og støða má takast til, hvat gerast skal við tey røktarbúpláss, sum í dag eru ótíðarhóskandi.

Alt hetta eru viðurskifti, sum sitandi býráðssamgonga sjálvandi átti at tikið hædd fyri í uppskoti sínum til fíggjarætlan fyri næsta ár.

Men hetta sæst tíverri ikki aftur í nóg stóran mun í uppskotinum.

Tjóðveldi fer at seta eldraøkið á breddan fyri komandi býráðsskeið.

Vit fara at arbeiða miðvíst fyri at menna hetta økið við at fremja loysnir, sum leggja upp fyri tørvinum í framtíðini.

Tekur tú undir við hesum, setir tú kross við Lista E 8. november!

Leivur Hansen, valevni á Lista E

Leivur Hansen

Deil hesa grein umvegis
468 ad