Lýsing

Fólkið fyrst og fremst

Tórshavnar kommuna hevur ábyrgd av sínum fólki úr vøggu í grøv. Dagstovnaøkið við barnagørðum og vøggustovum varð flutt frá landinum til kommunurnar um aldarskiftið. Fyri tveimum árum síðani slepti landið eisini eldraøkinum og legði tað á kommunurnar.

Kommunurnar hava viljað dagstovnaøkinum og teimum mongu børnum, sum har eru dagliga, alt tað besta. Tað sama hava kommunurnar í hyggju fyri tey alsamt fleiri eldri, sum tørva hjálp heima ella røkt á stovni. Avgerandi spurningurin er altíð, hvussu hvør einstøk kommuna raðfestir hesar tænastur.

Tjóðveldi raðfestir bæði dagstovnaøkið og eldraøkið høgt. Hetta eru í dag høvuðsmálsøkini hjá Tórshavnar kommunu. Av okkara fíggjarætlan fara einar 140 mió. kr. av skattaborgarans peningi til at reka dagstovnaøkið. Ein upphædd, sum er farin upp um tað, fer til at reka eldraøkið.

Hetta eru tøl, sum muna, men hetta vísir seg kortini ikki at vera nóg mikið til tann tørvin, sum børnini og tey eldru hava. Tí vilja vit í Tjóðveldi játta fleiri pengar til heimatænastu og røktarheim, so fleiri fjálgar hendur í framtíðini alsamt kunnu vera um okkara eldru meðborgarar.

Vit vilja eisini játta fleiri pengar til dagstovnarnar, so pedagogar og hjálparfólk á dagstovnunum fáa meiri tíð til hvørt einstakt barnið á teimum mongu dagstovnunum kring alla kommununa.

Fáa vit í komandi býráðsskeiði ta ávirkan á politikkin í Tórshavnar kommunu, sum vit stevna eftir, so verða korini betri hjá bæði børnum og gomlum eins og hjá teimum, sum starvast við teimum.

Breiða samstarvið hevur tíverri verið eitt byggi- og betongstýri, sum hevur havt lítlan og oftast ongan ans fyri innihaldinum í gerandisdegnum hjá fólki.

Tjóðveldi vil ansa væl eftir kommunukassanum, men játta pengarnar, har teir gera fólki mun. Tær íløgur, ið eru skilagóðar og neyðugar, verða gjørdar.

Málið er, at fólk í Tórshavnar kommunu verða sett í hásæti – og ikki bara betongið.

Tað gera vit fegin saman við flokkum, sum hava hjartarúm fyri tílíkum politikki.

 

Tí seta vit X við E á býráðsvalinum. Fólkið fyrst og fremst!

Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi

Jógvan Arge

Deil hesa grein umvegis
468 ad