Lýsing

Tey eldru hava rætt til eitt gott og virðiligt lív

Kommunurnar hava yvirtikið eldraøkið. Tjóðveldi fer í verki at vísa, at hetta er ein gongd leið. Tórshavnar kommuna kann við einum burðardyggum búskapi veita eina góða og virðiliga tænastu til allar okkara eldru borgarar og teirra avvarðandi. Um peningur er til skattalætta, so er peningur eisini at nøkta tørvin á eldraøkinum.

Tørvur er á at dagføra kommunalu heimini á eldraøkinum. Húsfólkini skulu hava ein virðiligan gerandisdag og dugnaligu starvsfólkini skulu hava bestu arbeiðsumstøður at veita húsfólkunum eina munagóða røkt. Hetta kann gerast við at dagføra mest ótíðarhóskandi ellis-, umlættingar- og røktarheimini.

Eitt ítøkiligt dømi er, at í Ellisheiminum eru tvey baðirúm til 25 húsfólk. Hvør finnur seg í tí? Akkurát hesin aldursbólkurin hevur ein frammihjárætt til egið baðirúm. Húsfólkini á Ellisheiminum eru fyri vanbýti í mun til umstøðurnar í hinum heimunum í Tórshavnar kommunu.

Arbeiðsmstøðurnar hjá starvsfólkunum í elstu ellis-, umlættingar- og røktarheimunum í Tórshavnar kommunu eru ikki nøktandi. Um starvsfólkini hava góðar arbeiðsumstøður, so fáa húsfólkini ein góðan og virðiligan gerandisdag.

Ellisheimið hevur tørv á dagføringum og somuleiðis Umlættingarheimið. Tørvur er á einum nýggjum ellis- og røktarheimið, við umlættingarplássum, sum lýkur øll nýmótans krøv. Um Ellisheimið – og kanska okkurt av teimum smáu eisini – verður niðurlagt og eitt nýmótans størri heim verður bygt, so fæst samstundis ein effektivur og rationellur rakstur á eldraøkinum. Íløgan sparir seg inn aftur eftir stuttari tíð.

Tá tey eldru eru flutt út kunnu ung og lesandi flyta inn – hjá teimum flestu ungu er eingin trupulleiki við, til dømis, felags baðirúmi.

Jóannes Guttesen, listi E.

Jóannes Guttesen

Deil hesa grein umvegis
468 ad