Lýsing

Landsstýrið, pensjóns- og fíggjarstovnar og fakfeløg hava vald og fígging til at loysa íbúðarneyðina

Sum skilst, trýtir ikki við pengum hjá fakfeløgunum, síðan tey byggja sær stór, dýr hús á bestu adressum í Havn, sum tey so leiga út til skrivstovur. Samstundis er stórur bústaðarmangul í Havn, – eisini millum fakfelagslimir. Neyvan fáa feløgini eins nógvan forrentning av íbúðum sum skrivstovum, men kortini undrist eg á, at fakfeløgini ikki eru meira aktivir viðspælarar í at loysa íbúðarneyðina. Aðrastaðni er vanligt, at fakfeløg taka sosiala ábyrd og hava ein virknan leiklut í at útvega limum sínum tak yvir høvdið.

Kristina Háfoss arbeiðir við, at Bústaðir skulu sleppa at taka lán við at skriva út lánsbrøv í Føroyum. Á henda hátt fær Bústaðir fígging, samstundis sum føroysk virðir kunnu setast í eitt slag av føroyskum “realkreditlánsbrævi” og menna føroyska bústaðarmarknaðin. Í staðin fyri sum nú, har føroysk pensjónsuppsparing verður sett í útlendsk realkreditlánsbrøv. Vónandi vinnur hetta politiskan frama.

So er eftir hjá øðrum pørtum at taka ábyrgd. Tjóðveldi fer beinanvegin nýtt býráð hevur tikið við, at savna landsstýrið og Bústaðir, fakfeløg, bankar og pensjónsgrunnar,(sum fakfeløg eisini eiga) kring borðið, við tí greiða endamálið at loysa bústaðartrupulleikan. Vit fara at seta ítøkilig mál um hvussu nógvir bústaðir av ymsum slag skulu vera tøkir um eitt, fimm og 10 ár.

Saman eigur at bera til, at fáa til vega ódýrar eigara, luta- og leiguíbúðir til eldri, ung, barnafamiljur, og til tey við serligum tørvi. Tilsamans hava hesir partar neyðuga fígging og vald at fremja hesa átrokandi uppgávu.

Kommunan, landsstýrið, pensjóns- og fíggjarstovnar og fakfeløg hava vald og fígging til at loysa íbúðarneyðina.
Gunvør Balle

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad