Lýsing

Lat fólk keypa grundstykki nú!

Í Nólsoy hevur í mong ár verið eftirspurningur eftir grundstykkjum. Men einki spyrst burturúr! Tíanverri hava vit mist ung og familjur av oynni av hesi orsøk. Men nú Bústaðir ivast í bygging mugu vit seta alla orku inn at bjóða grundstykkini fram!

Tórshavnar kommuna er ríkað við bygdum í ymsari stødd. Nólsoy er ein teirra. Í Nólsoy búgva í dag umleið 210 fólk. Áleið 120 hús eru í bygdini og av teimum standa eini 40 tóm. Ein bólkur av bygdarfólki arbeiðir við at finna loysnir til búseting, og prát hevur eisini verið við Bústaðir.

Hugaligt hevði verið, at tómu húsini vórðu sett í stand og seld. Eg eri vísur í, at eini trý hús við tveimum íbúðum í hvørjum, høvdu skjótt verið útleigað. Um støk ella eldri sluppu at leiga slíka íbúð, høvdu stóru – og heitu – hús teirra møguliga komið á sølulistan.

Men tíðindini í vikuni, at Bústaðir ætlar at steðga á, setir heilt vist tankar í gongd, at nú steðgar aftur upp í Nólsoy.

Tí verður mín áheitan á Tórshavnar kommunu, at streingja á kommunalu útstykkingina. Lat fólk keypa grundstykki fyri einar 100.000,- kr, so at tey sleppa í gongd við at byggja sethús. Tó at byggivinnan hevur nóg mikið at takast við, eru nógvar góðar hendur í Nólsoy, ið kunnu byggja hús. Tað fyrsta sum skal til er útstykking!

Sjálvsagt skulu ymisk krøv setast um vatn, el og kloakk. Men tað er ikki neyðugt at vegurin er so breiður at tveir lastbilar kunnu møtast. Tað er heldur ikki tørvur á gongubreyt í báðum síðum – og lyktapelar øðru megin eigur eisini at geva hóskandi ljós.

Okkum tørvar eina bústaðarætlan, ið hóskar bygdarmyndini. Okkum tørvar eisini eina bústaðaræltan, ið hugar bankunum. Tíanverri er trupult at fáa byggilán, tá ið talan er um at byggja í Nólsoy. Men bíligari grundstykki hevði verið ein hjálpandi hond.

Møguliga kann bygda-bústaðarætlan í Nólsoy eisini nýtast í hinum bygdunum í Tórshavnar kommunu. Í hvussu er eiga staðbundnu nevndirnar at verða hoyrdar, hvør tørvur og hvørji ynski eru í útjaðaranum. Staðbundna nevndin í Nólsoy virkar væl, tó at leikluturin bert “at verða hoyrd” kann tykjast tungur.

Í valskránni Tjóðveldi hevur til kommunuvalið, mæla vit til, at økisnevndin verðru skipað sum føst nevnd í býráðnum at taka sær av málum, sum viðkoma bygdunum.

Tórshavnar kommuna skal ikki “liggja á” grundstykkjunum, við m.a. at seta prísin í Nólsoy at verða tann sama sum í Havn. Tórshavnar kommuna skal fjálga um trivnaðin í allari kommununi og gera sítt til at møguleiki eisini er at búseta seg á bygd.

 

Set X við meg
ella lista E

Jákup av Skarði

 

 

Ymsar greinir í samband við kommunuvalið 2016:

Tórshavnar kommuna er ikki bert “Kontórshavn”!

Lítlan skattalætta?

Bygdarætlan?

Opinleiki

Svimjihylur og heitir pottar

Bátadráttur

Aktivitetshøll

Tyrlupallur

 

Jákup av Skarði

Deil hesa grein umvegis
468 ad